Bilverkstaðið hjá UNICAR er nógv útbygt

vinna14-11-2018 - 10:33 - Jóanis Nielsen

 Bilverkstaðið hjá UNICAR í Miðvági er nógv útbygt, gólvvíddin er trífalda.

Tað er Uni Svabo, sum eigur UNICAR, sum er Úti á Bakka í Miðvági. Á verkstaðnum verður alt viðlíkahaldsarbeiðið gjørt, eisini verður nógv sproytilakkering gjørd á verkstaðnum, har arbeiða tilsamans 6 fólk.

UNICAR hevur nógvar leigubilar, í summar høvdu teir 80 bilar, sum teir leigaðu út.

Vit tóku nakrar myndir av verkstaðnum í gjár.