Bilur farin útav á Oyggjavegnum

23-08-2017 - 19:17 - Jóanis Albert Nielsen

Klokkan 18:15 fekk løgreglustøðin í Havn boð um, at eitt ferðsluóhapp var hent á Oyggjavegnum. Ein bilur var farin niðanav vegnum í einum svingi, helst er mjørki orsøkin til ferðsluóhappið.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur við jn.fo, at tveir persónar vóru í bilinum. Teir blivu báðir fluttir suður á Landssjúkrahúsið, harav tann eini hevði fingið pínu í ryggin. Hildi var ikki, at hin persónurin hevði fingið skaða. 

Hendingin fór fram langt norði á Oyggjavegnum, og bilurin hevur fingið skaða.