Bilur endaði í ánni norðanvert Hvalvík

top12-10-2019 - 20:39 - Jóanis Nielsen

Hesin bilurin fór fyrr í kvøld útav vegnum millum Hvalvík og Saksun, óhappið hendi skamt norðanvert bygdina Hvalvík.

Bilurin var áveg til Hvalvíkar og var fyrst farðin niðan av vegnum fyri síðan at fara tvørtur um vegin og niður í ánnað, bilurin fekk stóran skaða men fólkini, eini útlendsk hjún, sluppu uttan stórvegis mein, sum skilst fóru hjúnini til Havnar í einum hýruvogni.