Bill spyr hví tað tekur matrikulstovuni so langa tíð at gera vanlig frábýti og makaskifti

Politikkur17-10-2018 - 20:49 - Jóanis Albert Nielsen

§52a-fyrispurningur til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum

1. Hví tekur tað matrikulstovuni so langa tíð at gera vanlig frábýti og makaskifti so sum umskifti av jørð og frábýti av grundstykkjum?

2. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at fáa mál um frábýti og makaskifti skjótari avgreidd?

3. Er skjótari frábýti og makaskifti við í bústaðarpakkanum hjá landsstýrinum?

4. Um ein orsøk er vantandi arbeiðsorka, umhugsar landsstýriskvinnan so at lata privatar fyritøkur gera arbeiði?

Tað er nógv ferð á føroyska búskapinum. Eisini innan keyp og sølu av fastogn er nógv ferð á. Hetta setir krøv millum annað til matrikulmyndugleikan, sum avgreiðir frámatrikulering. Matrikulmyndugleikin hevur tí stóra uppgávu at avgreiða innkomin mál skjótt fyri ikki at seinka umferðini á ognarmarknaðinum. Men fleiri fílast á, at Matrikulstovan arbeiðir alt ov seint. Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni sæst, at

Málsviðgerðartíðin at frábýta eitt grundstykki kann vera ymisk, alt eftir teim ítøkiligu umstøðunum í málinum. Ein vegleiðandi málsviðgerðartíð er ímillum 6 og 12 mánaðir.

Tó hendir tað oftari enn gott er, at málsviðgerðartíðin hvørki er 6 ella 12 mánaðir, men kann fara væl upp um hálvtannað ár. Hetta er til miklan ampa fyri fólk, sum vilja sleppa í gongd við antin at byggja ella broyta.

Havandi í huga, at frábýti og makaskifti eru sjálvfíggjandi virksemi, har borgarin rindar kostnaðin fyri arbeiðið, eigur tað at vera møguligt at seta ferðina upp og avgreiða mál um frábýti og matrikulering skjótari enn nú. Um ferðin verður sett upp, er sjálvsagt at hugsa, at eisini fleiri inntøkur koma frá hesum arbeiði.

Bill Justinussen