Bill Justinussen spyr Sirið Stenberg um játtan til Landssjúkrahúsið

politikkur21-06-2018 - 15:16 - Jóanis Nielsen

§52-a fyrispurningur til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum

1. Hvussu nógvur peningur vantar í játtanini til Landssjúkrahúsið fyri 2018, serviðgerð uttanlands íroknað, fyri at Landssjúkrahúsið skal veita góða og tíðarhóskandi sjúkraviðgerð og fyri at Landssjúkrahúsið ikki skal geva sjúklingum boð um, at viðgerðir mugu útsetast vegna vantandi játtan, herundir serviðgerð uttanlands?

Í farnu viku varð Løgtingsins fíggjarnevnd biðin um at játta Landssjúkrahúsinum eyka pening við fíggjarnevndarskjali, tí játtanin ikki røkkur til verandi virksemi, serviðgerð uttanlands íroknað. Undir viðgerðini er komið fram, at hóast Landssjúkrahúsið fær tann pening, sum landsstýriskvinnan hevur biðið um í fíggjarnevndarskjali, mugu viðgerðir útsetast vegna vantandi játtan.

Árið er ikki hálvrunnið. Longu nú heldur játtanin til Landssjúkrahúsið ikki at tryggja føroyingum neyðuga og tíðarhóskandi sjúkraviðgerð.

Ætlanir eru í andstøðuni at leggja fram uppskot til eykajáttan á Ólavsøku við tí endamáli at tryggja, at Landssjúkrahúsið hevur nóg mikið av játtan at veita føroyingum góða og tíðarhóskandi sjúkraviðgerð, serviðgerð uttanlands íroknað. Fyri at fáa greiðu á játtanartørvinum fyri 2018 verður landsstýriskvinnan biðin um at lýsa játtanarstøðuna.

Bill Justinussen