Bill Justinussen spyr Høgna Hoydal um fiskivinnumál

politikkur21-02-2017 - 09:36 - Jóanis Nielsen

Skrivligur fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum

1. Hví er onki uppskot enn lagt fyri Løgtingið viðvíkjandi teimum heimildum, sum givnar vórðu landsstýrismanninum í løgtingsmáli nr. 21/2016, og sum lovað varð, skuldi leggjast fyri Løgtingið í januar 2017?

2. Hvussu langt er landsstýrismaðurin komin við arbeiðnum at orða og nágreina tær reglur, sum skulu galda fyri feløg, virkir og einstaklingar, sum kunnu góðkennast at bjóða upp á tilfeingið í 2017?

Vinnunevndin legði 12. desembur 2016 fram álit í løgtingsmáli nr. 21/2016: Uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017.

Í sínum áliti siga umboðini fyri samgonguna:

Til tess at tryggja, at tilfeingið verður boðið út á skilabestan hátt, krevjast neyvar og útgreinaðar reglur og hoyringar. Minnilutin mælir landsstýrismanninum til at orða og nágreina tær reglur, sum skulu galda fyri feløg, virkir og einstaklingar, sum kunnu góðkennast at bjóða upp á tilfeingið. Og at hesar reglur verða lagdar fyri Løgtingið í januar 2017.

Broytingaruppskotið frá samgonguumboðunum varð samtykt á Løgtingi við omanfyrinevndu viðmerkingum. Um eina góða viku fara vit inn í mars-mánaða. Men enn hevur landsstýrismaðurin onki uppskot lagt fyri Løgtingið, so sum samgonguumboðini annars í álitinum tryggjaðu sær, at hann skuldi gera. Allir vinnuligir luttakarar, bæði verandi og møguligir nýggir, eru í bíðistøðu. Serliga fyri teir møguligu nýggju er støðan ónøktandi, tí teirra møguleikar fyri at fyrireika seg versna fyri hvønn dag, sum fer. Men eisini fyri verandi vinnuligar luttakarar er støðan ónøktandi; teir fáa heldur ikki fyrireikað seg til fulnar.

Fiskivinnupolitikkurin liggur í løtuni í andaleypi. Samstundis eru uppsjóvarkvoturnar søguliga høgar. Løtan er gylt hjá Føroyum at spinna gull úr havsins ríkidømi, men við ongari politiskari stýring og ábyrgd er vandi fyri, at tilvildin heldur enn vit og skil ræður og at Føroya fólk gerst stóri taparin.

Bill Justinussen, løgtingsmaður