Bill Justinussen spyr Henrik Old um Arbeiðisloysisskipanina

21-06-2018 - 18:20 - Jóanis Nielsen

§52-a fyrispurningur til Henrik Old, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum

1. Hvørja støðu hevur Landsstýrismaðurin til, at Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina velur ikki at virða dómin í Føroya Rætti?

2. Hevur Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina heimild at broyta ALS-lógina uttanum løgtingið?

3. Um so er, kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvar í føroyskari lóggávu hendan heimildin er?

Viðmerkingar

Í svari uppá skrivligan fyrispurning nr. 50/2017 vísir Landsstýrismaðurin á at:

Í dómi dagfestur 15. mai 2017 staðfestir Føroya Rættur, at gjaldskyldan til Arbeiðsloysisskipanina einans er av A-inntøkum, soleiðis sum hesar eru allýstar í skattalógini.

Hetta er eisini í tráð við tað, sum Landsstýrismaðurin svaraði til skrivligan fyrispurning 26/2016.

Eisini vísir Landsstýrismaðurin á, at:

Tørvur er tí á at fáa neyðugu heimildirnar til vega í ALS-lógini at krevja ALS-gjald av lønarinntøkum, sum skattatøkniliga ikki eru A-inntøkur.

Hóast hetta staðfestir landsstýrismaðurin at:

Stýrið fyri ALS hevur tó valt at halda á fram við sama leisti, sum áðrenn dómur var sagdur í Føroya Rætti.

Við hesum sigur Landsstýrismaðurin, at Stýrið fyri ALS hevur avgjørt ikki at virða avgerðina í Føroya Rætti og at Stýrið fyri ALS kann gera egna lóggávu uttanum løgtingið. Og harvið fasthalda eina siðvenju, sum er í stríð við lóggávuna og dómin í Føroya Rætti.

Tað sæst ikki í svarinum, hvørja støðu landsstýrismaðurin sjálvur hevur til, at Stýrið fyri ALS tilvitað heldur fram eftir sama leisti sum áðrenn dómin í Føroya Rætti.

Landsstýrismaðurin vísir á, at avgerðin hjá Stýrinum fyri ALS er ein tíðaravmarkað neyðloysn, galdandi frá tí, dómurin varð sagdur í Føroya Rætti 15. mai 2017 fram til 28. juli 2018, tá roknað verður við, at ætlaðu broytingarnar í ALS-lógini hava fingið virknað.

Landsstýrismaðurin svaraði longu í 2016 í fyrispurningi 20/2016, at landsstýrismaðurin var farin undir at eftirmeta ALS-lóggávuna.

Og aftur í fyrispurning nr. 50/2017 verður víst á uppskot til broytingar í ALS-lógini, men enn sæst ikki, at hetta uppskotið er lagt fyri løgtingið.

Soleiðis hava vit eina tíðaravmarkaða neyðloysn, sum er í stríð við lóggávuna og dómin í Føroya Rætti 15 mai 2017, og hevur verið galdandi í meir enn eina heila tingsetu, uttan at løgtingið hevur havt møguleika at viðgera málið.

Í okkara rættarsamfelag er valdið trýbýtt: Løgtingið er lóggevandi vald, Landsstýri er útinnandi vald og Dómstólarnir eru dømandi vald.

Sum er hava vit ein almennan stovn, sum velur ikki at virða dømandi valdið og er farin at virka sum lóggevandi vald.

Hetta er ikki tað, eg skilji sum eitt rættarsamfelag.

Bill Justinussen.