Bill Justinussen spyr Hendrik Old um Oyndarfjarðavegin

politikkur25-09-2017 - 18:41 - Jóanis Nielsen

Munnligur fyrispurningur til Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum

1. Metir landsstýrismaðurin, at vegurin frá Laksá oman til bygdina í Oyndarfirði er nóg tryggur, nóg breiður og nóg tíðarhóskandi?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at tryggja og breiðka vegin frá Laksá oman til bygdina í Oyndarfirði?

3. Hvat metir landsstýrismaðurin, at tað kostar at breiðka og tryggja vegin?

Ferðslan eftir oyndfaravegnum er nógv økt, síðani vegurin varð gjørdur miðskeiðis í seksti-árunum. Tað er serliga vegastrekkið frá Laksá oman til bygdina í Oyndarfirði (umleið 2,5 km), sum ikki verður mett tíðarhóskandi og at standa mát við dagsins krøv til trygd og dygd. Av hesum metist serliga strekkið frá Stórugjógv (umleið 1 km) at vera vandamikið. Hetta strekkið hevur tíverri kravt síni dýra prís við mannalívum. Ongin bilverja er á hesum vegastrekki. Flíður ein bilur omanav, steðgar hann neyvan aftur fyrr enn á sjónum.

Virksemið er nógv økt seinnu árini. Stórt alibrúk er á fjørðinum, eitt fiskavirki er og harumframt hevur IRF eitt tyrvingarøki. Um summarið koyra nógvir bussar við ferðafólki til bygdina. Børnini í Oyndarfirði verða hvønn dag koyrd út til Runavíkar í skúla. Tað er sólarklárt, at trýstið á vegin er øgiligt og tí er átrokandi at vita, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at dagføra vegin.

Bill Justinussen