Bilførari til Vága kommunu

Lýsing15-01-2020 - 15:29 - Jóanis Albert Nielsen

Vága kommuna søkir eftir einum fólki at røkja skúlabarnakoyring, við einum barni, millum Miðvág og Tórshavn, at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðstíðin er kl. 7.00 - 9.00 allar gerandisdagar, sum eru skúladagar. Teir dagar og tíðarskeið, tá skúlin hevur frí, er eingin koyring.

Kommunan hevur bil tøkan til endamálið. Bilurin hevur støð í Miðvági.

Umsøkjarar

Umframt at hava koyrikort til vanligan persónbil og reina revsiváttan, skalt tú vera fyrikomandi og álítandi. Royndir frá arbeiði við børnum er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Løn og setanartreytir

Starvið er tímalønt, og løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tímalønin er 133,79 svarandi til 1.337,90 fyri eina vanliga viku (10 tímar).

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til kommunustjóran á tlf. 794408.

Umsøkn og freist

Umsóknir við revsiváttan og møguligum viðmælum skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 31.01.2020 kl. 12:00.

Umsóknir skulu sendast til vaga@vaga.fo ella til:

Vága kommuna

Hammershaimbsvegur 1

360 Sandavágur