Big Bang og tann ósjónligi alheimurin

mentan27-09-2021 - 11:34 - Jóanis Nielsen

Gongustjørnur, framtíðarinnar farsóttir og ungdómsins kelda

Hvussu verja vit okkum ímóti framtíðarinnar farsóttum? Hvat eru stjørnur og rúmdarskipanir gjørdar av? Hví kann eittsólarris ella góður tónleikurhalda teg unga/n?

Norðurlandahúsið setur hol á eina nýggja sesong við stroymdum fyrilestrum frá Aarhus Universiteti, ið fara víða um kring náttúruvísindaliga alheimin. Fyrsti fyrilestur, ið verður 5. oktober kl. 18, snýr seg um Big Bang og gátuføra dimmevnið. Uttan dimmevni vóru stjørnur og planetir ikki til, og uttan dimmevni høvdu vit menniskju og lívið ikki verið til. Men hvat er dimmevni? Kann nýggjasta granskingin í kosmologi avdúka eitt sindur av sannleikanum?

Fyrilestrarnir eru ókeypis, men tilmelding er neyðug.

Skrá fyri fyrilestrar í heyst:

5. oktober kl. 18 - Big Bang og tann ósjónligi alheimurin

12. oktober kl. 18 - Yngri við árunum

26. oktober kl. 18 - Alheimsfarsóttir seinastu 200 árini

9. november kl. 18 - Innasta kjarnin

23. november kl. 18 - Saltjavnvágin í okkara kyknum

Tilmelding á nlh.fo