Bíða eftir kanning og sjófrágreiðing um vanlukku

top12-03-2018 - 20:59 - Jóanis Albert Nielsen

KVF: Strandfaraskip landsins bíða eftir kanningum og sjófrágreiðing, áðrenn støða verður tikin til siglingina til Fugloyarog vanlukkuna á Kirkju í gjár.

Tað sigur stjórin, Hilmar Eliasen, sum ikki hevur fleiri viðmerkingar í løtuni.

Hann var eystan í ættini í gjár, og tá nógvur vindur er, verður ikki lagt at í Hattarvík. Men á Kirkju lívir, og har verður lagt at.

Hilmar Eliasen sigur, at skiparin tekur avgerð um at leggja at í samráði við staðkønan mann í landi, sum er avgreiðslumaðurin hjá Strandferðsluni á staðnum, les meira her.