Betri vil gera Føroyar grønari

14-09-2018 - 16:53 - Jóanis Albert Nielsen

Í morgin, leygardagin 15. septembur, er Rudda Føroyar átakið kring alt landið. Betri er høvuðsstuðul. Rudda Føroyar er partur av altjóða átakinum World Cleanup Day, ið verður sama dag. Sambært Betri samtakinum er endamálið við stuðulinum at varpa ljós á umhvørvið og staðfesta, hvussu Føroyar kunnu gerast umhvørvisvinarligari.

Rudda Føroyar átakið er í hvørjum króki í landinum. Tí ber til at røkka út at rudda, har onnur ikki røkka vanliga. Til dømis á økjum, sum eru uttan fyri kommunuøki og heima hjá privatfólki.

Betri upplýsir eisini í tíðindaskrivi, at starvsfólk í samtakinum fara at savnast at rudda í samband við starvsfólkadag í morgin.