Betri samtakið gott úrslit

vinna14-09-2017 - 12:49 - Jóanis Nielsen

 Tíðindaskriv 

Betri samtakið gott úrslit 

Samlaða úrslitið fyri samtakið var betri enn væntað í fyrra hálvári. Tó var tryggingarvirksemið merkt av endurgjaldi til ógvusligar skaðar. 

Úrslitið fyri samtakið var eitt avlop á 77,6 mió. kr. eftir skatt. 

Fyri skatt var avlopið 92,7 mió. kr. 

Størsta skaðahendingin í søguni hjá Betri Trygging, ein eldsbruni í stórum virkisbygningi í Suðuroy, hevur, saman við tveimum øðrum stórum eldsbrunum, merkt úrslitið hjá Betri Trygging. Úrslitið var eitt lítið avlop á 0,4 mió. kr. móti einum avlopi á 14,4 mió. kr. fyrra hálvár 2016. Hetta verður ikki mett at vera eitt nøktandi úrslit. 

Betri Banki hevði eitt betri úrslit enn væntað. Nettoúrslitið var eitt avlop á 87,8 mió. kr. Høvuðsorsøkin til, at úrslitið er betri, eru hægri kursjavningar enn væntað, samstundis sum bankin hevur framt netto afturføringar av niðurskrivingum á lánum. Nettorentuinntøkurnar vóru lægri enn sama tíðarskeið í fjør. Hetta orsakað av lága rentustøðinum á altjóða marknaðinum og av hørðu kappingini á føroyska peningastovnsmarknaðinum. Bæði útlán og innlán bankans eru vaksin í fyrra hálvári; útlánini við 242 mió. kr. og innlánini við 510 mió. kr. 

Pensjóns- og lívstryggingarvirksemið hjá Betri samtakinum, Betri Pensjón, veksur støðugt, og avlopið á 1,8 mió. kr. eftir skatt verður mett nøktandi. Tryggingargjøldini íroknað innskot økjast og vóru góðar 73 mió. kr. fyrra hálvár 2017 í mun til smáar 59 mió. kr. fyrra hálvár 2016. Útlitini fyri árið eru góð. 

Samtakið væntar eitt avlop á 120 -165 mió. kr. áðrenn skatt. 

Hálvárið í stuttum: 

• Avlop eftir skatt var 77,6 mió. kr. 

• Avlop fyri skatt var 92,7 mió. kr. 

• Útlán hjá samtakinum vóru 5,5 mia. kr. 

• Innlán í samtakinum vóru 7,3 mia. kr. 

• Solvensur var 40,5% 

• Javni var 12,5 mia. kr. 

• Eginogn var 2,9 mia. kr. 

Tórshavn, 14. september 2017 

Mortan Poulsen, forstjóri í Betri P/F