Betri løn og arbeiðsumstøður høvdu gjørt mun

26-02-2020 - 22:32 - Jóanis Albert Nielsen

Sum Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, so rætt sigur við Kringvarpið, so mugu lønirnar á umsorganarøkinum upp fyri at eggja fleiri til at lesa m.a. námsfrøði.

Hetta er sjálvsagt. Vit hava greitt mynduleikum og sáttmálapørtum frá hesum í fleiri ár, men manglandi hugsjónir og dirvi hjá politikarum er orsøkin til, at hetta álvarsmál ikki hevur fingið neyðuga viðgerð og virðing. Tað almenna hevur tí í áravís gingið á odda við at niðurpína umsorganarøkið heldur enn at framtíðartryggja tað.

Tá ið sáttmálasamráðingar hava verið, er talan bara um, at prosentini ella krónutalið skal vera tað sama hjá øllum fakbólkum, uttan mun til eftirspurningin av útbúnum starvsfólki. Tað verður ikki gjørt munur á, um talan er um fakbólk ella fakøki, har stórur tørvur er á starvsfólkum.

Tá ið vit til sáttmálasamráðingar hava umrøtt arbeiðsumstøðurnar hjá teimum starvandi, ynskir arbeiðsgevarin bert størri fleksibilitet, sum einans er til teirra fyrimun. Tey hava ongan áhuga víst fyri at bøta um arbeiðsumstøðurnar ella møguleikarnar hjá starvsfólkum at ávirka sín arbeiðsdag; nakað, sum betrar munandi um trivnaðin.

Eitt nú verður ikki hugt at arbeiðsbyrðuni og normeringini á ymsu stovnunum. Fleiri stovnar tykjast at koyra við einum minstamarki av starvsfólkum, har talan í stóran mun gerst um “ansing” heldur enn menning ella viðgerð. Nógv starvsfólk í Almannaverkinum arbeiða einsamøll stóran part av degnum, og tað eggjar ikki til fakligan trivnað.

Tá ein so stórur arbeiðsgevari sum Almannaverkið heldur brúkar orkuna til at bróta sáttmálar, eitt nú við at royna at sleppa sær undan at gjalda yvirtíð, tá ið starvsfólk arbeiða yvir – so sigur tað seg sjálvt, at arbeiðshugur og trivnaður minka.

Tá Almannaverkið í størri og størri mun setur fólk sum tímalønt heldur enn í fast starv, gerst setanin sjálvandi ótryggari, og tað verður verri at varðveita ein fastan starvsfólkahóp.

Politiska skipanin má taka hetta í størsta álvara, at tørvurin á námsfrøðingum er so stórur.

So ja, ein partur av trupulleikanum hoyrir til politikararnar, har neyðugt er at fara aktivt inn og hyggja at lønarlagnum og at økja játtanirnar til m.a. Almannaverkið.

Ein annar partur snýr seg um at geva fólki betri hug og møguleika at lesa til m.a. námsfrøðing. Tað kundi verið talan um fjarlestur, ella “meritt”, har fólk fingu sínar starvsroyndir góðskrivaðar, og við at taka fleiri lesandi inn á útbúgvingina. Tíðin er helst eisini komin at endurskoða útbúgvingina til námsfrøðing, soleiðis at hon betur tænir sínum endamáli.

Meðan vit bíða eftir, at fleiri nema sær útbúgving, er tó neyðugt at gera arbeiðsumstøðurnar og sømdirnar hjá teimum, sum longu eru í starvi, nógv betri. Mann eigur at royna at varðveita starvsfólkið við at gera um arbeiðsumstøðurnar betri og hækka lønarlagið.

Verður bøtt um arbeiðsumstøður og løn hjá teimum, sum eru í starvi, verður lættari at fáa fleiri inn á økið, eisini í framtíðini. Politiska skipanin má og skal ganga á odda fyri at fáa trupulleikan loystan.

Betri løn og arbeiðsumstøður høvdu gjørt mun.