Betri Deildin 2020 hjá monnum fer av bakkastokki leygardagin 9. mai - Mynd: Bjarni Enghamar

Betri Deildin menn: Leikskráin klár

ítróttur24-04-2020 - 08:15 - Jóanis Albert Nielsen

Leygardagin 9. mai fer bólturin aftur á rull. Og longu í fyrsta umfari verða tað nummar 1 og 2 í fjør, KÍ og B36, sum bresta saman við Djúpumýru í Klaksvík


Upprunaliga skuldi fremsta deildin hjá monnum sparkast í gongd tann 8. mars. Men soleiðis bleiv kortini ikki. Koronavirusið gjørdi um seg, og í fyrstu atløgu varð avgjørt at spæla fyrsta umfar uttan áskoðarar. Síðani varð fyrsta umfar útsett í eina viku, og so bleiv avgerð tikin um at útseta allan fótbólt, sum skuldi verðið spældur í mars og apríl mánað.

Miðað varð eftir at byrja kappingarárið 2020 í mai, og nú er greitt, at landskappingin í Betri Deildini hjá monnum fer av bakkastokki leygardagin 9. mai. Eina viku seinni, leygardagin 16. mai byrjar 1. deild hjá monnum, og tann 24. mai fara fremstu kvinnuliðini á vøllin.

Í fyrsta umfari í Betri Deildini hjá monnum hittast liðini soleiðis: KÍ – B36, NSÍ – TB, HB – EB/Streymur, Skála – ÍF og AB – Víkingur.

Spælt verður til 12. juli, og síðani verður ein stuttur summarsteðgur, áðrenn kappingin verður tikin upp aftur tann 27. juli. Og av tí at kappingin ikki byrjar fyrr enn í mai, og 27. umfør skulu spælast – um alt gongur eftir ætlan – verður síðsta umfar ikki spælt fyrr enn tann 7. november.

Í 27. og seinasta umfari hittast liðini soleiðis: B36 – NSÍ, KÍ – HB, TB – Skála, AB – EB/Streymur og Víkingur – ÍF.

Øll kappingin sæst her: Betri Deildin menn 2020

Fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið verður á skránni 8. juli, meðan fjórðingsfinalurnar og hálvfinalurnar verða spældar ávikavist 21. og 28. novemer. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 5. desember.