Mynd: Eyðun Høgesen tá ið Berlin vitjaði í Ánunum í 2016.

Berlin vitjaði á Havnini í dag

Vinna17-06-2019 - 22:26 - Jóanis Albert Nielsen

Ferðamannaskipið Berlin kom í morgun á Havnina, eftir at skipið hevur verið í Íslandi. Berlin loysti aftur seinnapartin.

Berlin var tikin í sigling í 1980, og er skipið í dag heimahoyrandi á Malta. Skipið er 139 metrar langt og 18 metrar breitt.

Pláss er fyri 330 ferðafólkum.