Beitir landar makrel til Pelagos

vinna09-08-2020 - 19:22 - Jóanis Nielsen

 Íslendska skipið Beitir kom á Fuglafjørð beint eftir middag í dag við 1.800 tonsum av  makreli, sum teir land til Pelagos.

Beitir hevur roynt tætt norður úr føroyska markinum, teir fingu tey 1.800 tonsini í eitt døgn.

Íslendska skipið Margret er eisini á veg til Føroyar, vit vita ikki, men halda, at teir skulu landa í Kollafirði, Margret verður inni í kvøld.