Myndina tók Smáuri Geirson, tá ið Beitir kom á Norðfjørðin í morgun.

Beitir landar 3.100 tons av svartkjafti á Norðfirði

vinna02-12-2019 - 12:54 - Jóanis Nielsen

Íslendska skipið Beitir kom í morgun á Norðfjørðin við 3.100 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi eystur úr Fugloynni.

Nógv íslendsk skip eru á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi skrivar SVN.is.

Skiparin á Beitir - Sturlu Þórðarson, sigur við heimasíðuna hjá Sildarvinnsluni, at fiskiskapurin var nøkulunda, teir fingu fyri tað mesta 480-490 tons í hvørt tov, men teir høvdu long tov - uppí 22 tímar.