Beinta Joensen er ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2017

mentan18-03-2017 - 23:49 - Jóanis Nielsen

Stýrisbólkurin, sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar setti at viðgera innkomin uppskot til ársins sjúkrarøktarfrøðing, hevur viðgjørt tey innkomnu uppskotini. Allar tær innstillaðu eiga rós uppiborið fyri framúr góða sjúkrarøkt. Stýrisbólkurin hevur valt eina burturúr.

Tann sum innstillaði grundgav væl fyri fleiri av treytunum fyri innstillingini:

Ársins sjúkrarøktarfrøðingur er serfrøðingur innan sítt øki. Sína hollu vitan brúkar hon til at geva sjúklingum við lívslangari, kompleksari, kroniskari sjúku, sum krevur lívslanga viðgerð, eitt lív, sum er eitt lættari lív at liva. Hon undirvísir starvsfeløgum, stovnum í nærsamfelagnum, familjuni og tí sjúka menniskjanum. Hon fylgir sjúklingum fram á leið, er ein hornasteinur í hesi serviðgerð og er til mikla inspiratión hjá starvsfeløgum á barnadeildini, sum hava skotið hana upp til henda heiður.

Hon arbeiðir á diabetes ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum, hevur tætt og gott samstarv við barnadeildina um børn, sum fáa insulinpumpuviðgerð. Hon fylgir børnum og familju væl á leið í lívinum. Tey møta henni í ambulatoriinum, har hon er álitið bæði hjá teimum, men eisini hjá starvfeløgunum. Við at undirvísa starvsfólkum á stovnum, har barnið er í dagliga lívinum, hjálpir hon at tryggja, at familjan, barnið, starvsfólk og onnur eru trygg við støðuna.

Stýrisbólkurin er komin til hesa niðurstøðu:

Ársins Sjúkrarøktarfrøðingur er Beinta Joensen.

Beinta ger ein mun. Hon útinnir, miðlar og mennir sjúkrarøkt á ein fyrimyndarligan hátt. Hon røkkur víða við síni vitan til frama fyri tey, sum sjúkan fatar um ella á onkran hátt eru ávirkað av støðuni. Hon gevur eina vitan, sum førir við sær fyribyrging av seinkomplikatiónum og eitt heilsubetri lív til alla familjuna. Hon røkkur út um sjúkrahúsið og tey, sum eru beinleiðis ávirkað av sjúkuni, til alt samfelagið. Hon er soleiðis eisini við til at gera sjúkrarøktina sjónliga fyri øll.

Hjartaliga til lukku við heiðrinum

Kelda: FELAGIÐ FØROYSKIR SJÚKRARØKTARFRØÐINGAR