Beinleiðis: VÍF - KÍF

ítróttur19-03-2017 - 15:45 - Jóanis Albert Nielsen

Sí myndir frá dystinum HER:

Liðugt: VÍF vann 27-24 á KÍF.

Málskjúttar:

VÍF: Filip 10, Áki 5, Julian 3, Agnar 2, Rúni 2, Hanus 1, Bjarti 1, Sjúrður 2 og Rói 1.

KÍF: Andrias 8, Frederik 2, Rógvi 3, Rúni 3, Teitur 2, Fríði 2, Tony 1, Hans Eli 2 og Ási 1.

60. min. Agnar skorar til 26-22. Fríði minkar um munin til 26-23. VÍF skorar til 27-23. Andrias minkar um munin til 27-24.

Á Skála endaði tað 30-30 millum StÍF og Kyndil.

59. min. Rúni skorar fyri VÍF til 24-20. Teitur minkar um munin til 24-21. VÍF tekur time-out. VÍF hevur havt ein spælara ov nógv á vøllinum, men dómarnir hava helst ikki sæð tað. Áki skorar til 25-21. Steðgur í spælinum, Teitur liggur, blóð er á vøllinum, sær út at tað er næsablóð. Andrias minkar um munin til 25-22.

Neistin vann 31-30 á H71.

58. min. Rùni skorar fyri VÍF til 23-20. 

57. min. Brotskast til VÍF, FIlip tekur sær av tí, og skorar til 22-19, tað var hansara 10. mál. Brotskast til KÍF, og Filip verður vístur av vøllinum í 2. min. Andrias tekur sær av tí, og minkar um munin til 22-20. 

Á Skála er støðan 28-30 millum StÍF og Kyndil, tíðin er 56. min. 

56. min. Rógvi verður vístur út í 2. min. og fær tí reytt kort, tað var hansara 3. útvísing.

55. min. Bjarti skorar til 21-18. Andrias minkar um munin til 21-19.

Á Skála er støðan 28-28 millum StÍF og Kyndil, tíðin er 54. min. H71 er á odda 29-27 á Neistanum, tíð er 58. min.

54. min. KÍF tekur time-out. Andrias minkar um munin til 20-18.

53. min. Filip skorar til 19-17, tað var hansara 9. mál. Fríði ger álopsfeil. Áki skorar frá egnari hálvu til 20-17.

52. min. Fríði verður dómdur fyri fet. Rógvi verður vístur av vøllinum í 2. min.

Á Skála er støðan 27-27 millum StÍF og Kyndil, tíðin er 50. min. H71 er á odda 24-22 á Neistanum, tíð er 52. min.

49. min. VÍF tekur time-out.

48. min. So er VÍF aftur á odda, Áki skorar til 18-17.

47. min. Nú er Marcus komin í málið, og ger hann eina góða bjarging. So er aftur javnleikur, Andrias javnar til 17-17.

46. min. Tony minkar um munin til 17-16.

45. min. Rói skorar til 17-15.

44. min. Teitur javnar til 15-15. Julian skorar til 16-15. Brotskast til KÍF, Fríði tekur sær av tí, og aftur bjargar Mladen. KÍF hava brent 3 brotskøst.

43. min. KÍF tekur time-out. Rúni javnar til 14-14. Steðgur í spælinum, Hans Eli hevur fingið ilt. Hans Eli verður hjálptur av vøllinum, og hevur fingið ís á fótin. Agnar skorar til 15-14.

42. min. Brotskast til KÍF, og Hanus verður vístur út í 2. min. Rúni tekur sær av tí, og lobbar bóltin uppum málið.

41. min. Brotskast til VÍF, og bonkurin hjá KÍF fær 2. min. Filip tekur sær av tí, og skorar til 14-13.

40. min. Andrias (KÍF) skorar, men málið verður ikki talt við, tí hann verður dómdur fyri fet. Teitur verður vístur 2. min. av vøllinum.

39. min. Rógvi javnar til 13-13.

38. min. Áki leggur VÍF á odda 12-11. Rógvi javnar til 12-12, og Sámal fær beinleiðis reytt kort. Filip skorar til 13-12.

37. min. Rúni javnar til 11-11.

35. min. Rógvi og Bjarti fáa báðir 2. min. Brotskast til KÍF, Rúni tekur sær av tí, men Í VÍF málinum klárar Mladen at bjarga.

34. min. Andrias minkar um munin til 11-10.

33. min. Agnar brennur eisini ein stóran møguleika. Hanus skorar uppá skjótálop til 11-9.

32. min. Hanus ger álopsfeil. Rúni brennur ein sera stóran møguleika.

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd, tað er KÍF ið byrjar. Andrias minkar um munin til 10-9.

Hesir byrja inni:

VÍF: Mladen, Áki, Bjarti, Sámal, Julian, Hanus og Filip.

KÍF: Emil, Rúni, Hans Eli, Ási, Andrias og Rógvi. 

Hálvleikur: Støðan er 10-8 til VÍF. Hondbóltspælið er ikki nakað at reypa yvir í Vestmanna í dag, liðini byrjaðu sera róliga, men nú móti hálvleikinum bleiv tað betri. VÍF byrjaði betur, men so tók KÍF inná teir aftur, og komu framum 7-8, og tá fekk VÍF aftur vind í seglini og fingu 3 mál áðrenn hálvleik, so støðan er 10-8.

Málskjúttar:

VÍF: Filip 6, Julian 2, Áki 1 og Sjúrður 1.

KÍF: Frederik 3, Hans Eli 1, Rógvi 1, Fríði 1, Rúni 1 og Ási 1.

30. min. Julian skorar uppá skjótálop til 10-8, og Tony verður vístur 2. min. út. Bonkurin hjá KÍF fær gult kort.

29. min. Áki skorar til 9-8.

28. min. Filip javnar til 8-8, tað var hansara 6. mál. Mladen ger eina góða bjarging.

27. min. Frederik skorar til 7-8, og Julian fær gult kort.

24. min. VÍF tekur time-out.

23. min. Filip á stong út.

22. min. Teitur brennur ein stóran møguleika.

21. min. Filip skorar til 7-6, tað var hansara 5. mál. Frederik javnar til 7-7.

19. min. Fríði javnar til 6-6, og er hann eisini tann 6. málskjúttin hjá KÍF í hesum dystinum.

18. min. Sjúrður skorar uppá skjótálop til 6-5.

17. min. Andrias Eriksen brennur ein 100% møguleika.

16. min. KÍF tekur time-out. Brotskast til KÍF, Rúni tekur sær av tí, og skorar til 5-5. Áki ger álopsfeil.

14. min. Frederik skorar, men hann ger fet, so málið telur ikki við. Filip skorar til 5-3. Rógvi minkar um munin til 5-4.

12. min. Ási minkar um munin til 4-3.

11. min. Hans Eli minkar um munin til 3-2. Tað verður spælt væl inn til Sjúrða á strikuni, sum vinnur VÍF brotskast. Filip tekur sær av tí, og skorar til 4-2.

10. min. Tað er ikki nógv tempo í dystinum. 

9. min. Sjúrður fær gult kort. Hans Eli ger álopsfeil.

6. min. Mladen ger eina góða bjarging. Frederik minkar um munin til 3-1.

5. min. Filip skorar til 3-0, og Rúni verður vístur av vøllinum í 2. min.

3. min. Eftir eitt langt álop skorar Filip til 2-0.

1. min. So er dysturin settur í gongd, tað er VÍF ið byrjar dystin. Julian skorar fyrsta málið í dystinum, støðan er 1-0.

Hesir byrja inni:

VÍF: Mladen, Sjúrður, Filip, Julian, Áki, Andrias og Rói.

KÍF: Emil, Andrias, Frederik, Tony, Rùni, Hans Eli og Rógvi.

VÍF tekur klokkan 16 móti KÍF í einum dysti sum kann blíva sera avgerðandi um hvør sleppir at spæla FM-finalu. H71 er nummar eitt við 29 stigum, KÍF er nummar tvey við 25 stigum, VÍF er nummar trý við 24 stigum, og Kyndil er nummar fýra við 23 stigum. VÍF hevur spælt ein dyst færri enn hini liðini.

Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á JN.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn. 

VÍF: Sámal Joensen, John R. Nielsen, Magnus Muller, Agnar Joensen, Rúni Joensen, Hanus Christophersen, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Jón Muller, Uni H. Petersen, Bjarti Hansen, Mladin Mjerimacka, Sjúrður Olsen, Rói Lamhauge og Filip Jojic.

Bonkur: Ingi Olsen, Hjalmar K. Olsen, Jóngerð M. Nielsen og Jákup Durhuus.

KÍF: Emil Dam, Marcus Møjbjerg, Jann Dávur Dam, Andrias Nielsen, Karstin í Húsinum, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Jákup Trygvason, Hjalti H. Matras, Frederik Sørensen, Hans Eli Sigurbjørnson, Rógvi Weyhe, Fríði Weyhe, Rúni Joensen og Ási Dam.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie Joensen, Zeljko Jotic og Magnus D. Jacobsen.

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Uni Wardum.