Beinleiðis: VÍF - H71 (H71 vann ein tættan dyst)

ítróttur19-04-2017 - 19:45 - Jóanis Albert Nielsen

Liðugt: H71 vann 28-27 á VÍF.

Málskjúttar:

VÍF: Filip 9, Andrias 6, Julian 6, Áki 3, Magnus 1, Sjúrður 1 og Mladen 1.

H71: Peter 8, Jónas 7, Dánjal 4, Hilmar Leon 3, Andor 2, Pætur 2, Hans Kári 1 og Sigmundur D 1.

60. min. Peter skorar til 27-28. Skotið frá Filip fer viðsíðurnarav málinum hjá H71.

58. min. Julian verður vístur út í 2. min. Mladen bjargar skotinum frá Jónasi.

56. min. Filip skorar til 27-26. VÍF fær eina útvísing fyri eina skeiva útskifting. Andor javnar til 27-27.

55. min. Jónas javnar til 26-26, og Sámal verður vístur út í 2. min.

54. min. Hans Kári minkar um munin til 26-25.

53. min. Áki skroar til 26-24.

52. min. So er VÍF á odda við tveimum, Andrias skorar til 25-23. Peter minkar um munin til 25-24.

51. min. VÍF tekur time-out. Hilmar Leon verður vístur 2. min. út. Bonkurin hjá H71 fær gult kort.

50. min. Brotskast til VÍF, Filip tekur sær av tí, og skorar til 24-23, og tað var hansara 8. mál.

49. min. Julian skorar til 23-22, og Sigmundur D verður vístur út í 2. min. Brotskast til H71, Jónas tekur sær av tí, og javnar til 23-23.

48. min. Áki skorar til 22-21. Andor janvar til 22-22. 

46. min. So er aftur javnleikur, Dánjal skorar frá egnari hálvu til 21-21.

44. min. Andrias verður vístur út í 2. min. Mladen bjargar skotinum frá Pæturi.

43. min. So er VÍF á odda, Mladen skorar frá egnum málið, støðan er 21-20.

42. min. So er javnleikur Andrias skorar til 19-19. Hilmar Leon leggur H71 á odda 19-20. Hilmar Leon fær ilt, og fer út. Brotskast til VÍF, og Dánjal verður vístur út í 2. min. Filip tekur sær av tí, og javnar til 20-20.

41. min. H71 tekur time-out.

40. min. Julian minkar um munin til 17-19, H71 ger skjótt av, Mladen bjargar, og so kann Julian aftur skorar støðan er 18-19.

39. min. So er H71 á odda við trimum, Jónas skorar til 16-19.

38. min. Eitt sera flott mál frá Peter, støðan er nú 16-18, tað var hansara 6. mál.

37. min. Jens bjargar skotinum frá Filip, og so setur H71 ferð á, Dánjal skorar til 16-17. Sigmundur D. verður vístur út í 2. min.

36. min. So er aftur javnleikur, Filip skorar til 16-16, tað var hansara 6. mál.

35. min. Filip minkar um munin til 15-16.

34. min. So er H71 á odda vi tveimum, Jónas skorar til 14-16.

33. min. So er H71 á odda, Dánjal skorar til 14-15.

32. min. Hilmar Leon javnar til 14-14.

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd, tað er VÍF ið byrjar við bóltinum. Sjúrður leggur VÍF á odda 14-13.

Hesir byrja inni:

VÍF: Mladen, Sjúrður, Filip, Julian, Áki, Andrias og Rói.

H71: Jens, Pætur, Hans Kári, Peter, Sigmundur D., Tróndur og Dánjal.

Hálvleikur: Støðan er 13-13.

Málskjúttar:

VÍF: Filip 4, Andrias 4, Julian 3, Magnus 1 og Áki 1.

H71: Peter 5, Jónas 3, Pætur 2, Sigmundur D 1, Hilmar Leon 1 og Dánjal 1.

29. min. Jónas javnar til 13-13.

28. min. VÍF skorar uppá skjótálop til 13-12.

27. min. Brotskast til VÍF, Filip tekur sær aftur av tí, og hesufer skorar hann, støðan er 12-12.

26. min. Áki verður vístur 2. min. av vøllinum. Dánjal leggur H71 á odda 11-12.

25. min. Brotskast til VÍF, Filip tekur sær av tí, Jens bjargar.

24. min. Jónas javnar til 11-11.

23. min. Magnus skorar til 11-10. 

22. min. So er javnleikur, Peter javnar til 10-10, tað var hansara 5. mál.

21. min. Sigmundur Dahl minkar um munin til 10-9.

20. min. Peter minkar aftur um munin fyri H71, og støðan er nú 10-8. VÍF tekur time-out.

19. min. Filip skorar til 10-7.

18. min. Peter minkar um munin til 9-7.

17. min. Sigmundur Dahl fær gult kort.

16. min. Mladen ger tvær framúr bjargingar.

15. min. Brotskast til H71, Jónas tekur sær av tí, og minkar um munin til 8-6, tað var fyrsta málið hjá H71 síðani 7. min. Julian skorar til 9-6.

14. min. So er VÍF á odda við teimum, Filip skorar til 8-5. 

13. min. Andrias skorar aftur fyri VÍF, støðan er nú 7-5. H71 tekur time-out, H71 fekk eina flúgvandi byrjan uppá dystin, og komu á odda 2-5 eftir 7. min, og hevur einki mál fingið síðani tá. Nú hevur Jens loyst Ára av í málinum.

12. min. So er VÍF á odda, Julian skorar til 6-5. Pætur lendi skeift eftir hann royndi seg, og hevur fingið ilt í fótin.

10. min. Filip javnar til 5-5.

9. min. Áki minkar um munin til 4-5.

8. min. Andrias minkar aftur um munin, støðan er 3-5.

7. min. Julian minkar um munin til 2-3. H71 ger skjótt av, og Pætur skorar til 2-4. Hilmar Leon skorar til 2-5.

6. min. Pætur skorar til 1-3.

5. min. Rói verður vístur av vøllinum í 2. min, og brotskast til H71. Mladen bjargar skotinum frá Peter. Andrias minkar um munin til 1-2.

4. min. Skotið frá Filip fer viðsíðurnarav málinum, Ári roynir seg frá egnum málið, men VÍF fær bóltin aftur.

3. min. Áki verður vístur 2. min út. Peter skorar til 0-2.

2. min. Ári bjargar fyrstu VÍF royndini, men VÍF fær fatur á returinum. Bogi fær gult kort.

1. min. So er dysturin settur í gongd, tað er H71 ið byrjar við bóltinum. Brotskast til H71, og Jónas fær gult kort. Peter tekur sær av tí, og skorar til 0-1.

Hesir byrja inni:

VÍF: Mladen, Andrias, Áki, Sámal, Rói, Filip og Sjúrður.

H71: Ári, Bogi, Hilmar Leon, Jónas, Peter, Pætur og Sigmundur Nolsø.

VÍF tekur í kvøld móti H71 í tí fyrstu FM-finaluni hjá monnum. H71 vann grundspælið í FTZ-deildini við 39 stigum, og VÍF bleiv nummar tvey við 32 stigum. Tað ber til at fylgja fyrru FM-finaluni millum VÍF og H71 beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

VÍF hevur vunnið FM seinastu tvey árini.

Sí nøkur hagtøl frá hesum kappingarárinum við at trýsta á leinkirnar niðanfyri.

Brotskøst: Soleiðis kláraðu liðini seg.

Rógvi hevur hægst skoringsprosent uppá brotskast.

Fair-play listin.

Filip og Danijela fingu flest mál í grundspælinum

VÍF: Sámal Joensen, John R. Nielsen, Magnus Muller, Agnar Joensen, Rùni Joensen, Hanus Christophersen, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Jákup Andreas Joensen, Uni H. Petersen, Bjarti Hansen, Mladin Mjerimacka, Sjúrður Olsen, Rói Lamhauge og Filip Jojic.

Bonkur: Ingi Olsen, Hjalmar K. Olsen, Jóngerð M. Nielsen og Jákup Durhuus.

H71: Ári E. Dam, Jens á Skipagøtu, Rúni Vest højgaard, Bogi G. Davidsen, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Pól S. í Garðið, Andor Sivertsen, Hilmar Leon Jakobsen, Niklas Hanussarson, Peter Krogh, Dánjal Tórgarð, Jónas G. Djurhuus og Tróndur Arge.

Bonkur: Sonne Larsen, Mark Marcher, Petur Sivertsen og I. Holm.

Dòmarar: Uni Wardum og Thomas J. Thomsen.