Beinleiðis: Sveis - Føroyar (Føroyar vunnu 28-24!!!)

ítróttur06-01-2017 - 19:54 - Jóanis Albert Nielsen

Liðugt: Føroyar vann 28-24 á Sveis!

Málskjúttar: Helgi 4, Sjúrður 3, Áki 4, Hilmar Leon 1, Pætur Thomsen 2, Rói 4, Kjartan 2, Fríði 4, Jónas 3 og Teis 1.

30. min. Helgi skorar til 24-27! Áki og Samuel verða vístir av vøllinum! Pætur skorar til 24-28.

59. min. Fríði skorar til 24-26! Sveis tekur time-out. Føroyar hevur vunnið bóltin!

58. min. Pætur Thomsen verður sendur í skjótálop og hann skorar til 24-25! 

56. min. Samuel tekur sær av tí, og skorar til 24-24.

55. min. Samuel minkar um munin til 23-24. Brotskast til Sveis.

54. min. Joel verður vístur út í 2. min! Fríði skorar til 22-24! Sveis tekur time-out. 

53. min. Gott verjuspæl frá Kjartan ger at Tim ikki sleppir til skot í einum skjótálopið.

52. min. Sveis ger álopsfeil!

51. min. Niklas hálvbjargar skotinum frá Michael, sum skorar til 22-22. Jónas skorar til 22-23!

49. min. Glaudio minkar um munin til 21-22. Hilmar Leon ger álopsfeil.

47. min. Jónas skorar til 19-22! Remo minkar um munin til 20-22.

46. min. Niklas bjargar!

45. min. Brotskast til Sveis, Tim tekur sær av tí, men hann lobbar uppum málið.

44. min. Sjúrður skorar til 19-21!

43. min. Niklas bjargar, men brotskast verður dómt. Samuel tekur sær av brotskastinum, og minkar um munin niður í 19-20. Føroyar taka time-out.

42. min. Fabian ger eina góða bjarging. Michael minkar um munin til 18-20.

39. min. Sveis ger álopsfeil.

38. min. Michael minkar um munin til 16-19. Sjúrður skorar til 16-20! Brotskast til Sveis. Samuel skorar til 17-20.

37. min. Føroyar eru tveir í undirtal, Helgi skorar til 15-19, og Tim verður vístur út í 2. min.

36. min. 2. fer í dystinum fær Føroyar 2. min. fyri skeiva útskifting.

35. min. Hilmar Leon skorar til 15-18! Kjartan verður vístur av vøllinum í 2. min. Áki vísir gott verjuspæl, spælir til Teis, sum sær at Sveis ikki hevur málmannin, men skotið verður blokera.

34. min. Michael minkar um munin til 15-17. Samuel verður vístur 2. min. av vøllinum.

33. min. Áki skorar til 14-17!

32. min. Brotskast til Sveis, Niklas bjargar brotskastinum!

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd, tað er Sveis ið byrjar við bóltinum. Niklas ger eina góða bjarging.

Hesir byrja inni:

Sveis: Noah, Joel, Remo, Samuel, Tim, Yannick og Claudio

Føroyar: Niklas, Kjartan, Brandur, Helgi, Teis og Sjúrður.

Hálvleikur Føroyar eru á odda 16-14 móti Sveis.

Málskjúttar: Helgi 2, Sjúrður 1, Áki 3, Rói 4, Kjartan 2, Fríði 2, Jónas 1 og Teis 1.

30. min. Niklas ger eina góða bjarging móti endanum.

29. min. Brotskast til Sveis, og Fríði verður vístur út í 2. min. Tim tekur sær av tí, og skorar til 14-16.

28. min. Samuel minkar um munin til 13-15. Jónas skorar til 13-16.

27. min. Remo minkar um munin til 12-15.

26. min. Helgi skorar til 11-15!

25. min. Samuel minkar um munin til 11-14.

24. min. Kjartan skorar til 10-14!

23. min. Michael verður vístur av vøllinum í 2. min. Sjúrður skorar til 10-13!

22. min. Glaudio minkar um munin til 10-12.

21. min. Niklas ger eina sera góða bjarging. Føroyar taka time-out, støðan er 9-11 til Føroyar. Áki skorar eitt sera gott mál, støðan er 9-12 til Føroyar!

20. min. Brotskast til Føroyar, Rói tekur sær av tí, og skorar til 8-11! Michael minkar um munin til 9-11.

19. min. Samuel minkar um munin til 8-10.

18. min. Helgi skorar til 7-10!

17. min. Tim verður vístur av vøllinum í 2. min. Rói skorar til 7-9!

16. min. Ein feilur á bonkinum kostar okkum 2. min., og Sveis fær bóltin. Glaudio minkar um munin til 7-8.

15. min. Joel skorar, men tað verður dómt yvirtrak. 

14. min. Tim minkar um munin til 6-8. Joel fer í skjótálop, men gott verjuspæl frá Áka ger at tað ikki verður farligt.

13. min. Helgi ger álopsfeil.

12. min. Kjartan skorar til 4-8. Michael minkar aftur um munin til 5-8.

11. min. So er Føroyar á odda við 4, Fríði skorar til 3-7. Michael minkar um munin til 4-7.

10. min. Áki skorar til 3-6! og Sveis tekur time-out. Niklas ger eina framúr bjarging!

9. min. Niklas bjargar, og Føroyar gera skjótt av, Teis skorar til 3-5!

7. min. Fríði skorar fyri Føroyar, og er støðan 3-4!

6. min. Fríði fær gult kort. Jannic janvar til 3-3. Rói brennur ein 100% møguleika.

5. min. Kjartan vinnur Føroyum eitt brotskast, og Joel verður vístur út í 2. min. Rói tekur sær av tí, og skorar til 2-3!

4. min. Áki skorar til 1-2! Brotskast til Sveis, og Tim javnar aftur til 2-2.

3. min. Áki rakar á yvirleggjarin, men Føroyar fær bóltin aftur. Joel fær gult kort.

2. min. Brotskast til Sveis, og Helgi fær gult kort. Tim javnar til 1-1. Samuel fær gult kort.

1. min. So er dysturin settur í gongd. Fríði vinnur Føroyum eitt brotskast, Rói tekur sær av tí og skorar til 0-1!

Hesir byrja inni:

Sveis: Fabian, Claudio, Michael, Jannic, Samuel, Albin, Joel.

Føroyar: Niklas, Kjartan, Áki, Jónas, Fríði, Rói og Helgi. 

Hetta vikuskiftið er Høllin á Hálsi karmur um HM-undankapping hjá U-21 manshondbólti. Føroyar spæla móti Sveis klokkan 20:00, og tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn.

Sí myndir frá dystinum millum Finnland og Ísrael her.

Sveis: Noah Huber, Jonas Schelker, Yannick Ott, Sven Schafroth, Jannic St'rchli, Michael Kusio, Jan Gwerder, Glaudio V'gtli, Albin Alili, Marco Giovanelli, Fabian Pellegrini,Joel Br'm, Tim Aufdenblatten, Magnus Staub, Noah Hass, Samuel Weingartner, Remo Hochstrasser.

Bonkur: Petr Hrachovec, Marcel Tobler og Simon Lehmann.

Føroyar: Niklas Simonsen, Helgi Hoydal Hildarson, Sjúrður Olsen, Áki Egilsnes, Pætur Mikkjalsson, Hilmar Leon Jakobsen, Pætur Johansen, Pætur Thomsen, Rói Berg Hansen, Kjartan Johansen, Fríði Hammer Weyhe, Hørður Trygvasson, Brandur Halgirsson, Jónas Gunnarsson Djurhhus, Torkil Hentze Mørk og Teis Horn Rasmussen. 

Bonkur: Kári Nielsen, Ingi Olsen, Jákup Djurhuus og Beinta Bendix Laursen.

Dómarar: Ivars Cernavskis og Edmunds Bogdanovs.