Beinleiðis: Kyndil - KÍF (Kyndil vann spennandi dyst)

ítróttur12-03-2017 - 15:59 - Jóanis Albert Nielsen
Myndir frá dystinum koma á jn.fo seinni í dag.

Liðugt: Kyndil vann 25-22 á KÍF.
Málskjúttar:
Kyndil: Hjalti 8, David 6, Tummas Pauli 4, Bartal 2, Rógvi 2, Ólavur 1, Hørður 1 og Høgni 1.
KÍF: Rúni 11, Hans Eli 5, Andrias 3, Tony 1, Ási 1 og Fríði 1.

60. min. Brotskast til Kyndil, Hjalti tekur sær av tí, og hann skorar til 24-22. Tórður bjargar skotinum frá Hans Eli. Kyndil tekur time-out 23 sekund eru eftir. Tummas Pauli skorar til 25-22.

58. min. Hjalti sleppir púra leysur, men Emil bjargar. KÍF ger skjótt av, Tórður bjargar skotinum frá Hans Eli, men brotskast og Ólavur verður vístur út í 2. min. Rúni skorar til 23-22, tað var hansara 11. mál.

57. min. Hjalti skorar til 23-21, bólturin fór millum beinini hjá Emil. Nú roynir KÍF seg eisini við 7 í álopinum.

56. min. Tórður bjargar skotinum frá Andrias.

55. min. So er eitt mál á muni, Andrias skorar til 22-21. Kyndil roynir seg nú við 7 í álopinum.

54. min. Hans Eli minkar um munin til 22-20. Nú verður bara David mansvardur.

53. min. Ólavur skorar til 21-18. Fríði skorar til 21-19. KÍF mansverja bæði Hjalta og David í løtuni. Bartal skorar til 22-19.

52. min. Hans Eli roynir seg, blokkurin er fyri, men Hans Eli fær fatur á bóltinum aftur, og skorar til 20-18. 

50. min. Hans Eli minkar um munin til 20-17.

49. min. Hjalti skorar til 20-16. Tórður bjargar lobbarnum frá Rúna.

48. min. Brotskast til KÍF, og David verður vístur út í 2. min. Rúni tekur sær av tí, og skorar til 19-16, tað var hansara 10. mál.

47. min. Hjalti skorar til 19-15. So at siga alt hevur rigga hjá Rúna í dag, men hesufer rakar hann ikki á málið. Skotið frá Hjalta fer á stongina og út. KÍF tekur time-out.

45. min. David skorar til 18-15.

44. min. Andrias skorar til 17-15.

43. min. Brotskast til KÍF, Rúni tekur sær av tí, og skorar til 16-14, tað var hansara 9. mál. Bartal skorar til 17-14.

42. min. Andrias minkar um munin til 16-13.

41. min. David skorar til 15-11. Rúni minkar aftur um munin, støðan er 15-12. Frederik verður vístur 2. min. út. Brotskast til Kyndil, og Hjalti skorar til 16-12.

40. min. Rúni minkar um munin til 14-11, tað var hansara 7. mál.

39. min. Hans Eli á stongina og út. David skorar til 14-10.

38. min. Kyndil tekur time-out.

37. min. David á stongina og út.

36. min. Hans Eli minkar um munin til 13-10. 

34. min. David skorar til 13-9.

33. min. Høgni verður sendur í skjótálop, Emil stórbjargar skotinum hjá Høgna.

32. min. Hørður skorar til 12-9.

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd, og tað er KÍF ið byrjar við bóltinum. Hans Eli minkar um munin til 11-9.
Hesir byrja inni:
Kyndil: Tórður, Bartal, Tummas Pauli, David, Hørður, Hans Áki og Høgni.
KÍF: Emil, Rúni, Hans Eli, Ási, Andrias, Teitur og Tony,

Hálvleikur: Støðan er 11-8 til Kyndil. Liðini byrjaðu javnt, og fylgust til støðuna 6-6, men so fór Kyndil frá KÍF, og komu uppá 11-6, men so fingu KÍF eitt brotkast, og síðani skoraði Rúni av vonginum, so munurin er 3 mál í hálvleikinum.

Málskjúttar: 
Kyndil: Hjalti 3, Tummas Pauli 3, David 2, Rógvi 2 og Høgni 1.
KÍF: Rùni 6, Tony 1 og Ási 1.

30. min. Rúni skorar aftur, støðan er nú 11-8.

29. min. Tummas Pauli fær gult kort. Brotskast til KÍF, og Høgni fær gult kort. Rùni tekur sær av brotkastinum, og skorar til 11-7.

28. min. Emil bjargar skotinum frá Hørði, Tummas Pauli fær fatur á retuinum, og aftur bjargar Emil.

27. min. Tróndur verður sendur í skjótálop, Emil bjargar, Kyndil fær fatur á returinum.

26. min. Bólturin kemur á fótin hjá Hans Eli, og fær Kyndil tí bóltin. Bartal brennur ein stóran møguleika, Kyndil fær bóltin aftur, og so verður dómt brotskast til Kyndil, Hjalti tekur sær av tí og skorar til 11-6.

25. min. KÍF tekur aftur time-out. Frederik á stongina, men KÍF fær bóltin aftur.

24. min. Hjalti skorar til 10-6, og Andrias verður vístur út í 2. min.

23. min. Fríði fær gult kort.

22. min. Tummas Pauli skorar til 9-6.

19. min. Rùni roynir at skrúva bóltin í mál, men hann fer á stongina og út. Tummas Pauli skorar til 8-6. 

18. min. Hjalti skorar til 7-6.

17. min. Brotskast til KÍF, Rúni tekur sær av tí, og javnar til 6-6.

16. min. David sleppir aftur leysur av høgra vongi, og hesufer skorar hann til 6-5. Jeppe tekur time-out.

15. min. Emil ger eina sera góða bjarging, tá ið David sleppir leystur av høgra vongi.

14. min. David verður dómdur fyri fet.

Les eisini: At Kyndil vann við 12 málum á VB.

11. min. Kyndil tekur time-out. David skorar til 5-5.

10. min. Rúni skorar uppá skjótálop til 4-5.

9. min. Brotskast til KÍF, Rúni tekur sær av tí og skorar til 4-4. Andrias verður vístur út í 2. min.

8. min. Rógvi skorar til 4-3, og Rùni fær gult kort.

7. min. Ein feilur í KÍF álopinum ger, at Kyndil kann fara í skjótálop, Høgni verður sendur, men skotið hjá honum fer viðsíðurnarav KÍF málið. 

6. min. Hans Áki fær gult kort, og bonkurin hjá Kyndli fær eina átalu. Tórður ger eina góða bjarging.

5. min. Andrias fær gult kort. Rógvi javnar til 3-3.

Anfinn Rubek Nielsen ið var ein av stovnarnum av Kyndil andaðist í gjár, og tí var 1. min. tøgn áðrenn dystin.

4. min. Ási skorar til 2-3.

3. min. Tony javnar til 2-2. Bartal fær ein stóran møguleika, í KÍF málinum bjargar Emil.

2. min. Høgni skorar til 1-0. Rúni javnar til 1-1. Tummas Pauli skorar til 2-1.

1. min. So er dysturin settur í gongd, tað er Kyndil ið byrjar við bóltinum.

Hesir byrja inni:

Kyndil: Tórður, Høgni, Tummas Pauli, Hjalti, David, Bartal og Rógvi.

KÍF: Emil, Andrias, Frederik, Tony, Hans Eli, Fríði og Rúni.

Kyndil tekur móti KÍF, tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 16:00.

Kyndil: Erlendur Johannesen, Tórður S. Guttesen, Josef Abrahamsen, Tummas Pauli Hanusarson, Høgni Klein Olsen, David Edvardsen, Hans Áki Dal Christiansen, Bartal Klein Olsen, Rógvi Dal Christiansen, Tórvald Abrahamsen, Tróndur Wardum, Bjarni Sørensen, Ólavur av Fløtum Mittún, Hjalti Mohr Jacobsen og Hørður Fannar Sigtórson.

Bonkur: Andreas F. Hansen, Leif Kristoffersen og Dávur Clemsentsen.

KÍF: Emil Dam, Ragnar Gaard, Jann Dávur Dam, Andrias Nielsen, Karstin D. í Húsinum, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Jákup Tryvason, Hjalti H. Matras, Frederik Sørensen, Hans Eli Sigurbjørnson, Rógvi Weyhe, Fríði Weyhe, Rúni Joensen og Ási Dam.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen, Zeljko Jotic og Magnus D. Jacobsen.

Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen.