Beinleiðis: Føroyar - Finnland (Føroyar hava spælt seg til HM-endaspælið)

ítróttur08-01-2017 - 17:39 - Jóanis Albert Nielsen

Liðugt: Føroyar eru víðari til HM

60. min. Føroyar taka time-out. Helgi skorar til 29-27. Finnar minkað um munin til 29-28.

59. min. Jónas skorar, men dómt verður álopsfeil. Finnar minkað um munin til 28-27.

58. min. Helgi vísir framúr verjuspæl. Finnland tekur time-out. Helgi skorar til 28-25 uppá skjótálop. Brandur verður vístur út í 2. min. Finnar minkað um munin til 28-26.

57. min. Hørður bjargar aftur!

56. min. Hørður ger eina stórbjarging, tá ein Finni verður sendur í skjótálop!

55. min. Finnar minkað um munin til 27-25.

54. min. Benjamin skorar til 26-24. Brotskast til Føroyar, Jónas tekur sær av tí, og skorar til 27-24.

53. min. Jónas verður mansvardur. Teis skorar til 26-23.

52. min. Kjartan skorar til 25-22. Hilmar Leon fær 2. min. Benjamin minkar um munin til 25-23.

51. min. Finnland minkar um munin til 24-22.

50. min. Helgi skorar til 24-21!! Finnland tekur time-out.

49 min. Hørður bjargar aftur!

48. min. Hørður bjargar!

47. min. Fríði skorar til 23-21!

46. min. Føroyar kasta bóltin vekk, og tað straffa finnar okkum fyri, støðan er 22-21.

45. min. Hørður ger eina góða bjarging.

44. min. 7. min. síðani Føroyar fekk sítt seinasta mál. Fríði skorar til 22-20!

43. min. Benjamin ger fet.

42. min. Finnland skorar, men dómt verður fet áðrenn. Kjartan fær møguleikan av høgra vongi, men brennur. Føroyar taka eitt hart tiltrongt time-out. Málverjin bjargar skotinum frá Fríða.

40. min. Hørður bjargar, og Helgi ger eina heil skrining. Finnland skorar til 21-20.

38. min. Ian skorar aftur fyri Finnland, støðan er 21-19.

37. min. Sjúrður skorar eitt flott mál til 21-17. Finnar minkað aftur um munin til 21-18.

36. min. Jónas skorar til 20-16, og finnar minkað um munin til 20-17.

35. min. Helgi økir um munin til 19-15. Finnar minkað um munin til 19-16.

34. min. Áki skorar til 18-14! Benjamin minkar um munin til 18-15.

33. min. Hilmar Leon skorar til 17-13. Finnar minkað um munin til 17-14, og Hilmar Leon fær tveir minuttir. Áki verður mansvardur tá ið vit eru í undirtal.

32. min. Í álopinum spæla vit soleiðis, Sjúrður á vinstra vongi, Fríði á vinstra bakki, Jónas á miðuni, Áki á høgra bakki, Kjartan á høgra vongi og Helgi á strikuni. 

31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd. Tað eru finnar ið byrja við bóltinum. Finnar minkar um munin til 16-13.

Hesir byrja inni:

Føroyar: Hørður í málinum. Sjúrður á vinstra vongi, Fríði á vinstra bakki, Teis á miðuni, Helgi høgra bakki, Hilmar Leon á miðuni og Kjartan á høgra vongi.

Hálvleikur: Føroyar hava beina kós í HM endaspælið, støðan er 16-12 til Føroyar.

Málskjúttar:

Helgi 4, Rói 3, Kjartan 3, Sjúrður 2, Áki 2, Fríði 1 og Jónas 1.

30. min. Kjartan skorar til 16-12 í teimum seinastu sekundunum.

29. min. Sjúrður skorar til 15-11. Føroyar fara í skjótálop, Finnar hava ongan málverja, men ein finni fær blokera skotinum frá Helga. Vincent minkar um munin til 15-12.

28. min. Andre minkar um munin til 14-11.

27. min. Benjamin brennur ein 100% møguleika.

26. min. Áki skorar til 14-10. Finnar royna seg nú við 7 í álopinum.

25. min. Finnar gera yvirtrak. Føroyar tekur time-out. Á vøllinum fyri Føroyar eru nú Hørður, Sjúrður, Hilmar Leon, Jónas, Áki, Kjartan og Helgi.

24. min. Áki finnur sera væl Helga í dag, Helgi skorar av strikuni til 13-10.

23. min. Jónas skorar til 11-10 av vinstra bakki. Hørður ger aftur eina góða bjarging. Sjúrður skorar til 12-10 av vinstra vongi.

22. min. Hilmar Leon ger dribl. Hørður ger eina góða bjarging.

21. min. Finnland tekur time-out.

20. min. Hørður bjargar, og Føroyar fer í skjótálop, tað endar við at Helgi javnar til 10-10.

19. min. Hørður kemur inn fyri Niklas. Ian leggur Finnland á odda 9-10.

18. min. Kjartan skorar til 9-8 av høgra vongi. Benjamin javnar til 9-9.

17. min. Paavo verður vístur út í 2. min.

16. min. Rói tekur sær av brotskastinum, men hann brennur. Brotskast til Finnland, Benjamin tekur sær av brotskastinum, og skorar til 8-8.

15. min. Brotskast til Føroyar!

14. min. Helgi skorar til 8-7!

13. min. Ian javnar til 7-7.

12. min. Kjartan skorar til 7-5! Theo skorar til 7-6.

11. min. Brotskast til Føroyar, og Andre verður vístur út í 2. min. Rói tekur sær av brotskastinum, og skorar til 6-5, tað var hansara 3. mál.

10. min. Niklas bjargar, og Fríði ger álopsfeil í hinum endanum. Ian javnar til 5-5.

9. min. Helgi javnar til 4-4! Brotskast til Føroyar, Rói tekur sær av tí, og skorar til 5-4.

7. min. Max skorar til 3-4. Málverjin bjargar skotinum frá Róa.

6. min. Ian leggur Finnland á odda 2-3. Helgi verður vístur út í 2. min. Áki javnar til 3-3.

5. min. Ian javnar til 2-2. Áki finnur væl Helga á strikuni, men málverjin bjargar skotinum frá Helga.

4. min. Vincent verður vístur út í 2. min. Fríði skorar til 2-1.

3. min. Teis og Jónas skifta millum verju og álop.

1. min. So er dysturin settur í gongd. Tað er Føroyar ið byjar við bóltinum. Rói skorar til 1-0. Benjamin javnar til 1-1.

Hesir byrja inni:

Føroyar: Niklas, Rói, Fríði, Jónas, Áki, Kjartan og Helgi.

7. min. áðrenn dystarstart: Føroyska liðnum er nú fari av vøllinum.

8. min. áðrenn dystarstart: Finnland er nú fari av vøllinum.

13. min. áðrenn dystarstart: Ingi. Nú eru vit favorittar til at sleppa til HM.

20. min. áðrenn dystarstart: Sí myndir her.

25. min. áðrenn dystarstart: Les eisini: Sveis góðu Føroyum eina hjálpandi hond.

30. min. áðrenn dystarstart: Tað eru fleiri 100 fólk longu komin í høllina.

Føroyska U-21 landsliðið kann um eina løtu skriva søgu, við at verða fyrsta føroyska liðið ið spælir seg víðari til eitt HM-endaspæl. Føroyar spæla móti Finnlandi, og vinnur Føroyar ella fáa javnt eru Føroyar víðari. Føroyar kann eisini koma víðari, um teir ikki tapa við meira enn 2 málum. Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum. Dysturin byrjar klokkan 17:00.

Føroyar: Niklas Simonsen, Helgi Hoydal Hildarson, Sjúrður Olsen, Áki Egilsnes, Pætur Mikkjalsson, Hilmar Leon Jakobsen, Pætur Johansen, Pætur Thomsen, Rói Berg Hansen, Kjartan Johansen, Fríði Hammer Weyhe, Hørður Trygvasson, Brandur Halgirsson, Jónas Gunnarsson Djurhhus, Torkil Hentze Mørk og Teis Horn Rasmussen. 

Bonkur: Kári Nielsen, Ingi Olsen, Jákup Djurhuus og Beinta Bendix Laursen.

Finnland: Tommi Kanerva, Max Granlund, Paavo Brummer, Andre Udd, Benjamin Helander, Peik Sj'blom, Albert Rehnberg, Vincent Voutilainen, Atte Pakarinen, Eemeli Maijala, Tatu Riihim'ki, Theo Westerlund, Albin J'rvinen, Ian Martin, Rasmus Bl'ssar, Vilhelm Hammarberg.

Bonkur: Tuomas Liine, Ken Sirenius, Jakko Horelli, Jaana Turjas-Nieminen.

Dómarar: Stephen Martens og Angelo Verdonck.