Beinleiðis: Týskland vann við 8 málum - Føroyar vóru á odda leingi

ítróttur23-07-2017 - 18:38 - Jóanis Albert Nielsen

Liðugt: Týskland vann 29-21 á Føroyum

Føroyar vóru á leingi á odda móti Týsklandi, men seinasta løtuna gekk galið og Týskland vann 29-21 á Føroyum.

60. min. Málverjin hjá Týsklandi skorar í tómt mál til 20-28. Vilhelm minkar um munin til 21-28. Brotskast til Týskland og teir skora til 21-29. 

59. min. Týskland skorar í tómt føroyskt mál til 20-27.

58. min. Brotskast til Týskland og Áki verður vístur av vøllinum í 2. min. Teir skora uppá brotskastið til 20-26.

57. min. Týskland skorar til 20-25.

55. min. Týskland skorar til 20-23. Týskland skorar uppá skjótálop til 20-24.

53. min. Ein týskari verður vístur av vøllinum í 2. min. Týskland skorar til 20-22.

51. min. Føroyar taka tíme-out. Jónas minkar um munin til 20-21. Kjartan verður vístur 2. min. av vøllinum.

50. min. Málverjin hjá Týsklandi bjargar skotinum frá Jónasi, men Føroyar fær bóltin aftur. Týskland skorar til 19-21.

49. min. Helgi javnar til 19-19. Týskland skorar til 19-20.

48. min. Týskland skorar uppá skjótálop til 18-19.

46. min. Helgi javnar til 18-18.

45. min. Áki roynir seg, málverjin hjá Týsklandi bjargar, Rói fær fatur á returinum, men skrúarin hjá honum fer á stongina. Týskland ger aftur skjótt av, men Niklas bjargar.

44. min. Niklas ger eina góða bjarging.

42. min. Týskland er nú á odda 17-18.

41. min. Helgi javnar til 17-17.

40. min. Vilhelm roynir seg av høgra vogni, skotið fer á stongina, og Týskland fær í skjótálop og javnar til 16-16. Føroyar tekur time-out. Teis aftur ein stóran møguleika, men skotið fer í gólvi og uppum. Týskland ger skjótt av, og kemur á odda 16-17.

39. min. Teis verður spældur fríður, men rakar tvørtræði. Týskland skorar uppá skjótálop til 16-15.

38. min. Týskland minkar um munin til 16-14.

37. min. Týskland minkar um munin til 15-13. Hilmar Leon fær brotkast, Teis tekur sær av tí og skorar til 16-13. Týskland fær eina útvísing.

36. min. Kjartan skorar til 15-12.

35. min. Hilmar Leon skorar til 14-11! Týskland minkar um munin til 14-12.

34. min. Týskland fær eina útvísing afturat, og Hilmar Leon skorar til 13-11.

33. min. Týskland minkar um munin til 12-11.

32. min. Týskland fær 2. min.

31. min. Týskland minkar um munin til 12-10.

Hálvleikur: Týskland legði betri fyri í fyrra hálvleiki og komu á odda. Men tá ið 19. min. vóru farnir kom Føroyar á odda 7-6, og lítla løtu seinni tók Týskland time-out, men lítið hjálpti. Føroysku spælarnir koyrdu á, og føra í hálvleikinum 12-9 móti Týsklandi.

Sí dystin beinleiðis her.