Bátur farin av skipinum - vænta at tað kann bjarga skipinum

06-04-2021 - 21:05 - Jóanis Albert Nielsen

Um 10 tíðina gjáramorgunin lokala tíð sendi "Eemslift Hendrika" út neyðarkall. Skipið hevði fingið slagsíðu upp á umleið 30 stig. Tá ið skipið sendi neyðarkall út, var tað statt einar 60 fjórðingar vestur úr Ålesund.

Átta av manningini blivu bjargaðir av skipinum fyrrapartin í gjár, og valdi skiparin at fýra av manningini skuldu royna at bjarga skipinum.

Vandi var fyri at skipið skuldi koppa, og tí valdi skiparin í gjárskvøldi at taka restina av manningina av skipinum.

Fyrr í dag datt tann grøni báturin av skipinum. Norskir miðlar skriva, at tað at báturin er dottin av skipinum kann verða bjargingin fyri Eemslift Hendrika. 

Eemslift Hendrika er nú statt einar 40-50 fjórðingar vestur úr Ålesund.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=qaIWczln8pk]