Mynd: Dávur Joensen

Bátur á Norðhavinum bað um hjálp

19-03-2017 - 08:17 - Jóanis Albert Nielsen

Vørn: Í góðveðrinum fyrrapartin í gjár vóru nógvur bátar á Norðhavinum.
Um miðdagsleitið boðaði glastrevjabáturin Ranvá frá, at hann var uppsteðgaður, og ynskti sleip.
Ranvá var tá staddur einar 12 fjórðingar norður úr Kallinum.
Brimil kom á Eiði við Ranvu kl 1630.