Bassaføðingardagurin í Sørvági fluttur til Giljanes

mentan14-06-2018 - 16:08 - Jóanis Nielsen

 Vegna veður er Bassaføðingardagurin, sum skuldi vera á Country Festivalinum, fluttur til Ítróttarhøllina á Giljanesi hósdagin kl. 17.

Á Bassaføðingardegnum fara Angela og Hannibal at undirhalda og evnið hesaferð er Føroyingasøga. Á Giljanesi verður m.a. eisini møguleiki at grava eftir gulli, fiska Bassar, hoppa í hoppiborg, koyra í hestakaret, spæla fótbólt við Bassa og øðrum fótbóltsspælarum. Øll børn fáa gávu og ballón frá Bassa.

Les meira um Bassaføðingardagarnar kring landið her.