Barnaverndartænastan í Vágum søkir eftir avloysara fyri skrivstovufólk

Lýsing13-06-2018 - 15:51 - Jóanis Albert Nielsen

Í sambandi við at eitt starvsfólk er í barnsburðarfarloyvi, verður søkt eftir einum dugnaligum skrivstovufólki, 30 tímar um vikuna. Starvssetanin byrjar skjótast til ber og endar 15. januar 2019.

Førleiki

Umsøkjarin skal hava skrivstovuútbúgving ella aðra samsvarandi útbúgving og góðan málkunnleika í føroyskum. Eisini er ynskiligt, at umsøkjari hevur royndir við 360 journalskipanini.

Persónlig førleikakrøv og royndir

Umráðandi er, at tann, ið settur verður:

  • hevur góð samstarvsevni, er nærlagdur og arbeiðssamur

  • er tænastuhugaður, fleksibul og hevur innlit í almennu fyrisitingini

  • eisini er ábyrgdarkensla ein eginleiki, ið vit virðismeta høgt

Løn og setarnartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Regin Johansen, leiðara, á telefon 794430 ella á teldupost regin@vaga.fo

Umsókn

Saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndir og revsiváttan skulu vera Barnaverndartænastuna í Vágum, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur, ella bvt@vaga.fo í hendi í seinasta lagi 27. juni 2018. Seturnarsamrøður verða hósdagin 28. juni 2018.