Barnaverndarøkið liggur í tryggum hondum

13-11-2019 - 17:04 - Jóanis Nielsen

VIÐMERKING: Í tíðindasendingini í útvarpinum á middegi 6. november sáar Kristina Samuelsen, advokatur, mistrúgv um leiklutin hjá barnaverndartænastuni, tá ræður um viðgerð av barnverndarmálum. Hon sigur, at ov fáar leiðreglur gera barnaverndina ótryggja og ógjøgnumskygda, og at “politimyndugleikin”, sum hon málber seg, eigur at verða tikin úr barnaverndini.


Sum áhugafelag hjá sosialráðgevum, ið taka sær av og viðgera barnaverdarmál, mugu vit upp á tað harðasta afturvísa, at málsviðgerðin av slíkum málum er bæði ótrygg og ógjøgnumskygd.

Sosialráðgevarar hava eina sosialfakliga útbúgving og vitan, sum verður nýtt í øllum málsviðgerðararbeiði innan barnaverndarøkið. Vit hava bæði viðkomandi eftirútbúgvingar, vitan og royndir, og hava lært at gera nýtslu av viðkomandi kanningarhættum, sum eru grundarlagið í okkara arbeiði við útsettum familjum og ungum.

Fyri at tryggja tað fakliga støðið undir okkara arbeiði luttaka vit regluliga í bólkaumsjónarfundum bæði innhýsis og uttanhýsis. Á umsjónarfundum innanhýsis luttaka bæði sosialráðgevar og familjuviðgerðar, so vit á tann hátt menna og styrkja tað sosialfakliga støðið í einum fleirfakligum samanhangi.

Ógvuliga tilvitaði um tvístøðu
At vit sum sosialráðgevar hava myndugleikaábyrgd, samstundis sum vit skulu hava ein stuðlandi og ráðgevandi leiklut, er ein grundleggjandi treyt í okkara útbúgving og fakliga samleika sum heild. Hetta er ein tvístøða, ið vit eru ógvuliga tilvitaði um, og sum vit hava sera stórt fokus á hvønn einasta dag.

Sum sosialráðgevarar á barnaverndartænastuni liggja okkara lógarheimildir í barnaverndarlógini, og við hesum atlitið til tørvin hjá tí einstaka barninum. Nevniliga at fáa eitt samstarv í lag við foreldrini og aðrar viðkomandi samstarvsfelagar.

Barnaverndartænastan ger eina individuella meting í hvørjum einstakum máli, eftir at hava fingið lýst heildarstøðuna. Hendan heildarmetingin gevur eina betri skikkaða mynd av avbjóðingunum hjá borgaranum. Eingi mál eru heilt líka og skulu tí ikki viðgerast eins.

Allar fyriskipanir verða góðkendar
Tá talan er um at seta fyriskipanir í verk, verður alt góðkent av nevnd. Serliga av høvuðsbarnaverndanevndini, tá tað snýr seg um umsorganaryvirtøkur og samveruásetingar, tá børn eru umsorganaryvirtikin.

Sum sosialráðgevar eru okkara fremstu førleikar, tá ræður um bæði tvørfakligt og fleirfakligt samstarv, fokus okkara á heildarmyndina í hvørjum einstøkum máli. Heildarsýnið er eitt yvirskipað amboð, sum sosialráðgevar dagliga gera brúk av í sínum arbeiði, so fyrilit verða tikin fyri bæði viðurskiftunum hjá einstaklingingum, menniskjansligum sambondum og samfelagsviðurskiftum sum heild.

Í sosiala arbeiði okkara stremba vit sostatt eftir at síggja borgaran í eini størri heild sum part av umhvørvinum, eins og teimum kringumstøðum, sum viðkomandi livir í og er partur av.

Vegna Sosialráðgevarafelag Føroya
- áhugafelag undir Starvsmannafelagnum


Jacoba Jacobsen, forkvinna
Ruth Apol Mortensen, skrivari
Kristin Nolsøe Bech, kassameistari
Beinta Bergsdóttir, nevndarlimur
Daisy Iversen, nevndarlimur