Barnakonur og bróstakonur kunnu nú koppsetast

corona03-08-2021 - 22:11 - Jóanis Albert Nielsen

Higartil hevur verið rátt frá at koppseta kvinnur, ið antin eru við barn ella sum geva bróst í Føroyum. Hetta er nú broytt, og mánadagin 2. august sleppa eisini tær framat at verða koppsettar

Barnakonur og kvinnur, ið geva bróst, fáa nú eisini tilboð um koppseting fyri koronu. Hetta er út frá tilmæli frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, og eftir at koppsetingarbólkurin hevur ráðført seg við serlæknar í kvinnusjúkum – gynekologar – í føroyska sjúkrahúsverkinum, Kommunulæknafelag Føroya og Gigni.

Higartil hevur verið rátt frá at koppseta kvinnur, ið eru við barn ella sum geva bróst, men bæði serlæknarnir, Kommunulæknafelagið og Gigni taka fult undir við, at hesar kvinnur nú eisini eiga at fáa tilboð um koppseting.

Koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, sum er tað, ið nýtt verður í Føroyum, er góðkent til bæði barnakonur og bróstakonur, og eisini danska Sundhedsstyrelsen viðmælir, at hesar kvinnurnar fáa tilboðið um koppseting.

Frammanundan eru øll, sum hava fylt 16 ár, fevnd av føroysku koppsetingarkunngerðini, so ikki er neyðugt at broyta hana, fyri at lata upp fyri koppseting av hesum bólkinum av kvinnum.

Í Føroyum snýr tað seg um 1.300- 1.400 kvinnur, sum nú sleppa framat at verða koppsettar.

Tilmelding til koppseting fer fram á corona.fo

COVID-19 koppsetingarbólkurin