Barnahjálpin fær vitjan úr Pakistan

mentan13-10-2017 - 09:24 - Jóanis Nielsen

Seinastu tríggjar vikurnar hevur Føroyska barnahjálpin havt vitjan av Maxwell Ditta úr Pakistan. Á vitjanini hevur hann eitt nú vitjað skúlar og samkomur, har hann hevur greitt frá barnahjálpararbeiði í Pakistan og á Filipsoyggjunum.

Tíðindaskriv. 11. Oktober 2017

Fríggjakvøldið klokkan 19:30 verður eitt tiltak í Bygdahúsinum í Mikladali, og leygardagin klokkan 16:00 verður eitt tiltak í býráðssalinum hjá Klaksvíkar kommunu. Á skránni er myndaframløga, har hann eisini fer at greiða frá hvussu tað er at vera kristin í einum muslimskum landi.

Maxwell er føddur og uppvaksin í Pakistan, har umleið 50 prosent av fólkinum livir í fátækradømi. Í Pakistan eru 25 millónir børn, sum ikki sleppa í skúla, men noyðast at arbeiða, tí foreldrini hvørki hava ikki ráð at uppihalda teimum ella lata tey fara í skúla.

Kona Maxwell er av Filipsoyggjunum, har 14 milliónir børn liva undir sera vánaligum umstøðum. Á Filipsoyggjunum eru 3,8 milliónir børn og ung millum 6 og 24 ár, ið hava ikki møguleika at sleppa í skúla.

Um Føroysku barnahjálpina:
ABC barnahjálp varð stovnað í 2006, og var felagskapurin tá ein partur av ABC barnahjálp í Íslandi, men í juni 2015 gjørdis Barnahjálpin føroyskur felagskapur burturav undir navninum Føroyska barnahjálpin.

Barnahjálpin byrjaði í 2008 at stuðla børnum í Liberia og Senegal. Fleiri av hesum børnum eru nú vaksin og standa á egnum beinum, onnur fáa enn stuðul til víðari útbúgving.

Undirtøkan at stuðla børnum persónliga er nógv økt gjøgnum árini og fáa nú meira enn 400 børn í seks ymiskum londum stuðul til skúlagongd gjøgnum Føroyksu barnahjálpina.

Føroyska barnahjálpin stuðlar børnum í Liberia, Senegal, Pakistan, Filipsoyggjunum, Kenja og í India.

Stuðla barni:
Ynskir tú at stuðla barni kanst tú seta teg í samband við Andreu Niclasen, teldupostur andrea@barnahjalp.fo, tlf.: 283456.
Meira fæst at vita á www.barnahjalp.fo