Bárður Oskarsson fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

mentan31-10-2018 - 10:52 - Jóanis Nielsen

Bókadeild Føroya Lærarafelags skrivar:

Vit eru fegin heilt upp í loft!🇫🇴

Hjartaliga til lukku við Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2018, Bárður Oskarsson!

Hetta er fyrstu ferð, at ein føroysk barnabók hevur vunnið Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Og hetta er aðru ferð, at føroyskur skaldskapur hevur vunnið eina bókmentavirðisløn hjá Norðurlandaráðnum. Tað er ongin ivi um, at hetta er ein stórur dagur fyri føroyskar barnabókmentir.

Bárður hevur ferð eftir ferð prógvað, at bøkur hansara hava eina heilt serliga dygd. Hann hevur flutt mørk í føroyskum bókmentum, og bøkur hansara fanga bæði børn og vaksin við síni serligu samanseting av dýpd og einfeldni.

Træið er týdd til danskt, slovenskt og fleiri týðingar eru ávegis. Træið hevur fingið White Raven-heiðurslønina, sum er ein altjóða heiður fyri barna- og ungdómsbókmentir. Eisini fekk hon Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins.

Vit eru errin og fegnast saman við høvundinum.

Alle gode gange TRÆET🌳Bárður Oskarsson blev årets vinder af Nordisk Råds Børne- og Ungdomslitteraturpris! Det er tredje gang hans bøger er blevet nomineret. Dette er første gang en færøsk bog vinder Nordisk Råds Børne- og Ungdomslitteraturpris. Dette er anden gang, at et færøsk værk vinder en af Nordisk Råds litteraturpriser. Og der er ingen tvivl om, at dette er en stor dag for færøsk børnelitteratur. Vi kan ikke få armene ned. Hjertelig tillykke, Bárður Oskarsson!

Bárður Oskarsson’s book Træið (The Tree) is this year’s winner of the Nordic Council’s Children’s Book Prize 2018! Træið is the first faroese book to win the prize. This is the second time that a faroese book has won one of the Nordic Council’s prizes for literature. This is a big day for faroese children’s literature. We are ecstatic! Congratulations, Bárður Oskarsson!