Bárður Nielsen: Samráðingarnar ganga væl

politikkur05-09-2019 - 19:34 - Jóanis Nielsen

 Í ÚF í kvøld segði Bárður á Steig Nielsen, at samráðingarnar gingu væl, hann metti at teir vóru komnir hálvan vegin, hann líknaði samráðingarnar við eitt kappróðarøkið og helt fyri, at endaspurturin altíð er spennandi.

Flokkarnir hittast aftur í morgin kl. 9, Bárður roknaði við, at samráðingarnar eisini verða leygardagin.