Bárður Jákupsson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

mentan30-01-2018 - 18:20 - Jóanis Nielsen

Sunnudagin 4. februar letur upp ein sera áhugaverd framsýning við verkum eftir Bárður Jákupsson.


Hetta er aðru ferð Bárður sýnir fram í Gamla Seglhúsinum.

Peter Michael Hornung sigur soleiðis um listamannin:

"Bárður Jákupsson er ekspressionistur eftir náttúrunnar treytum, og hann veit sum fáur hvussu tað málandi pensilstrokið er ført fyri á kalligrafiskan hátt bæði at sleppa tí gamla heiminum og avdúka ein nýggjan. Tvinnandi sløg av náttúru møtast í listini hjá Bárði: Málningsins náttúra – og Føroya, og tær eru felags um at vera í skapbráðari rørslu og støðugari broyting".

Fernisering verður sunnudagin 4. februar kl. 14:00 og kemur Jógvan Skorðheim borgarstjóri at bera fram nøkur orð. Somueliðis verður tónleikur og lættari ábit.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Talan er um eina søluframsýning og hongur framsýningin uppi fram mikudagin 28. februar og er ókeypis at vitja.

Framsýningin er opin soleiðis:

Mánadag - fríggjadag kl. 14.00 - kl. 17.00
Sunnudag kl. 14.00 - kl. 18.00