Bárður G. Nielsen nýggjur formaður í Suðuroyar Tjóðveldisfelag

Politikkur19-03-2018 - 20:00 - Jóanis Albert Nielsen

Suðuroyar Tjóðveldisfelag hevði aðalfund í Hovs Skúla leygardagin. Nógv fólk møttu til aðalfundin. Á aðalfundinum varð nýggj nevnd vald og varð Bárður G. Nielsen valdur sum formaður.

Umframt nevndarval, var eisini kjak um støðuna í Suðuroynni og um landspolitisku støðuna.

Nevndin í Suðuroyar Tjóðveldisfelag er nú mannað soleiðis:
Bárður G. Nielsen (formaður), Sirið Brattaberg Evaldsdóttir, Dennis Holm, Finnbjørn Hovsgarð, og Anna Brattaberg Samuelsen.