Bárður er nú løgmaður

Politikkur14-09-2019 - 12:49 - Jóanis Albert Nielsen
Bárður á Steig Nielsen formaður í Sambandsflokkinum var í morgun valdur til løgmann, tað var hann á tingfundinum sum byrjaði klokkan 10 í morgin.

Ein tíma áðrenn høvdu Bárður, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana undirskrivað eitt nýtt samgonguskjal millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin.

18 av teimum 33 stemmaðu fyri at Bárður skuldi blíva løgmaður, øll samgongan og Kristin Michelsen stemmaðu fyri.

10 stemmaði blankt og 5 stemmaðu ímóti.