Bárður á Steig Nielsen verður samráðingarleiðari

politikkur03-09-2019 - 16:05 - Jóanis Nielsen

 Eftir at tingformaðurin í dag hevur tosað við allar floksformennirnar, er avgjørt, at formaðurin í Sambandsflokkinum skal standa á odda við samráðingarrættinum.

UF. tosaði við Bárð á Steig Nielsen fyri løtu síðan, hann segði, at hann hevði fingið eina viku t.v.s. at hann skuldi venda aftur til tingformannin komandi týsdag.