Bára: - Vit skulu bara spæla okkara spæl

ítróttur21-02-2019 - 13:53 - Jóanis Albert Nielsen
Leygardagin klokkan 13:30 spæla VÍF og Kyndil steypafinaluna í hondbólti hjá kvinnum. Bára K. Hansen frá Kyndli hevur svara nøkrum spurningum í sambandi við finaluna.

Sí eisini: Hesar hava fingið flest mál í steypakappingini.

Hvat væntar tú tær av finaluni? 
- Eg vænti eina tætta og spennandi finalu. Ein finala er altíð merkt av spenningi, nervum og tískil verður hondbóltspælið ikki altíð tað flottasta.

Hvat skal rigga hjá tykkum fyri at tit skulu vinna?
- Hondbóltur byrjar í verjuni, tí skulu vit hava sterka og aggresiva verju, og hjálpa Jovanu inni í málinum. Annars skulu vit bara spæla okkara spæl.

Hvat er sterkasta vápni hjá tykkum? 
- Hvussu væl vit kenna hvørja aðra er absolutt eitt sterkt vápn hjá okkum, eisini at vit hava leikarir, ið kunnu spæla fleiri staðnis á vøllinum.

Hvat er sterkasta vápni hjá mótstøðuliðnum og veikasta? 
- Verjan og skotstyrkin útifrá er heilt avgjørt sterkasta vápnið hjá VÍF.
Tað sum hevur eyðmerkt serliga kappingina í ár, er breiddirnar á øllum liðum, eisini hjá okkum. So tað kann gerast ein veikur liður hjá báðum liðum.

Hvat endar dysturin við?
- Dysturin verður javnur, men koppar til okkum at enda.

Eru allar tøkar?
- Allar eru tøkar.