Bara eitt føroyskt skip á svartkjaftafeltinum

vinna17-02-2020 - 20:29 - Jóanis Nielsen

 Teir seinastu dagarnar hevur bara eitt føroyskt skip verið til svartkjaftafiskiskap - Norðingur, sum roynir vestur úr Írlandi, saman við fleiri russiskum og tveimum norskum skipum - á umleið 51 N og 16 V.

Men nú eru 5 føroysk skip áveg har suður, tey eru - Høgaberg, Borgarin, Arctic Voyager, Gitte Henning og Fagraberg, tey koma á fiskileið í morgin.