BankNordik nýggjur høvuðsstuðul hjá Støkk

ítróttur04-09-2019 - 21:14 - Jóanis Albert Nielsen

Fimleikafelagið Støkk og BankNordik hava skrivað undir avtalu, ið inniber, at BankNordik verður nýggjur høvuðsstuðul hjá Fimleikafelagnum Støkk. BankNordik verður sostatt við til at stuðla einum virknum felagi og fer at verða ein sjónligur partur av fimleikafelagnum.

Sæunn L. Nolsøe, deildarstjóri hjá BankNordik í Saltangará, og Helen Gaardbo, forkvinna í Fimleikafelagnum Støkk, møttust í gjár at undirskriva høvuðsstuðulsavtaluna.

“Nýggja høvuðsstuðulsavtalan við BankNordik ger, at vit hava betrimøguleikar og karmar at menna allar íðkarar, limir og venjarar í felagnum. Avtalan gevur okkum møguleika at bjóða limum í felagnum enn betri og spennandi tilboð, og tað fer at hava eina jaliga ávirkan á allarfimleikagreinar,” sigur Helen Gaardbo, forkvinna í Støkk.

“Støkk bjóðar eitt dygdargott tilboð til fólk í øllum aldri, har dentur verðurlagdur á at bøta um heilsuna og at menna førleikarnar hjá tí einstaka. Harafturat leggur Støkk dent á at eggja børnum og ungum at vera virkin í nærumhvørvinum. Henda samanrenning gagnar føroyska samfelagnum,”sigur Sæunn L. Nolsøe, ið fegnast um nýggja samstarvið.

Grundhugsjónin hjá Støkk er at geva rúm fyri einstaklinginum í einum jaligum og uppbyggjandi felagsskapi, har likamið fær avbjóðingar við spæli og rørslu. Hesum ynskir BankNordik at stuðla til frama fyri heilsu og rørslu hjá fólki í øllum aldri.