Bakur og Stelkur hava landað í Runavík

21-09-2017 - 21:49 - Jóanis Nielsen

 Bakur og Stelkur komu á Runavík tíðliga í morgun, báðir fullfermdir av upsa, tilsamans høvdu teir 400.000 pund, sum teir hava landað til Faroe Origin.

Teir høvdu roynt eystanfyri.

Bakur og Stelkur fóru nýggjan túr um 9-tíðina í kvøld.