Tilvildarlig mynd.

Bakkafrost tekur allan fiskin í Hvannasund Norður

vinna16-03-2017 - 18:22 - Jóanis Nielsen

Alibrúkið hjá Bakkafrost í Hvannasundi Norður hevur í eina tíð verið undir illgruna um, at fiskurin sum gongur har er smitttaður við ILA.

Av trygdarorsøkum, hevur Bakkafrost tikið avgerð um, at allur fiskurin skal takast beinanvegin, mett verður at alt er tikið seinast í april, tað siga teir í tíðindaskrivi í kvøld.

Alibrúkið hevur í løtuni 1,0 milliónir laksar, teir viga í meðal 3,2 kg.

Bakkafrost sigur tó, at tað enn ikki er prógvað at fiskurin er smittaður, men teir hava hert eftirlit við alibrúkinum.