Mynd: Jan Herman Hansen

Bæði SÍF og MR fáa pengar at byggja nýggj 5-mannafør fyri

ítróttur16-05-2018 - 22:04 - Jóanis Albert Nielsen

Fimm kappróðrarfeløg fáa stuðul úr endurreista Róðrargrunni Føroya í 2018. Grunnurin hevur gjørt av, at av teimum 100.000 kr., sum grunnurin letur í ár, fær hvørt av teimum fimm feløgunum 20.000 kr. til bátabygging.

Róðrargrunnur Føroya fekk umsóknir frá seks feløgum. Talan var í øllum seks førunum um stuðul til at smíða nýtt 5-mannafar. Í einum føri var báturin liðugur og latin felagnum. Tann umsóknin varð ikki gingin á møti.

Tey fimm feløgini, sum fáa stuðul úr grunninum, eru:

1. Miðvágs Róðrarfelag
2. Sandavágs Kappróðrarfelag
3. Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag
4. Kappróðrarfelagið Tindur
5. Froðbiar Sóknar Róðrarfelag

Stuðulin verður útgoldin, tá kjølurin er strektur, og er stuðulin ikki brúktur 31. mars í 2019, fellur peningurin aftur til grunnin. Tá kann felagið tó søkja av nýggjum næsta ár.

Róðrargrunnur Føroya varð endurreistur í 2018 eftir at hava ligið í dvala í fleiri ár, tí ongar rentuinntøkur hava verið av stovnsfænum. Á fíggjarlógini fyri 2018 játtaði løgtingið 100.000 kr til at smíða kappróðrarbátar at styðja upp undir tjóðarítrótt føroyinga. Róðrargrunnur Føroya varð stovnaður í 1970.

Virksemið hjá grunninum í 2019 er treytað av, at løgtingið aftur játtar grunninum pening á fíggjarlógini í heyst.

Róðrargrunnur Føroya