Bæði Jeppe og Sonni gevast í Føroyum eftir dagsins dyst

ítróttur27-04-2019 - 12:08 - Jóanis Albert Nielsen
Klokkan 20 í kvøld tekur H71 ímóti Neistanum í 5. og seinastu FM-finaluni hjá monnum í ár. Bæði liðini hava vunni hvør sínar tvær FM-finalur higartil. Tann sum stendur eftir sum vinnari í kvøld er Føroyameistari 2018/2019.

Men felags fyri báðar venjarnar er, at teir gevast í Føroyum og fara báðir til Danmarkar, har teir hava fingið nýggjar venjarauppgávur.

Jeppe Borch, sum eisini er hjálparvenjari hjá A-landsliðnum, kom til Føroyar í 2015 tá ið hann fekk venjarastarv í Kollafirði. Jeppe skifti í 2017 til Neistan, har hann í kvøld kann blíva Føroyameistari, áðrenn leiðin gongur aftur til Danmarkar. Jeppe hevur fingið venjarastarv í GOG. Neistin arbeiðir uppá at fáa nýggjan venjara til komandi kappingarár.

Sonni Larsen, sum eisini er venjari hjá A-landsliðnum, kom til Føroyar fyri trimum kappingarárum síðani, tá ið hann fekk venjarastarv í Hoyvík. Sonni hevur fingið venjarastarv í Ajax. Sonni er tvær ferðir blivin Føroyameistari við H71 og kann gera hattrick í ár og vinna tað 3. árið á ræð. H71 hevur sett Einar Jónsson sum venjara til komandi kappingarár.

Sonni heldur tó fram sum A-landsliðsvenjari.