Bæði hondbólts- og flogbóltsdystir eru útsettir

ítróttur07-12-2017 - 16:00 - Jóanis Albert Nielsen

Hondbóltur:

Dystirnir millum Kyndil og VÍF ið skuldu vera í kvøld eru útsettir.

Flogbóltur, steypakappingin: Dysturin Fleyr - SÍ útsettur

Fyri veður verður dystur nr. 149 millum Fleyr a og SÍ b, menn, sum skuldi verða leiktur í Gundadalshøllini í kvøld avlýstur.

Í samráð við umboð fyri SÍ b og Fleyr a, er gjørt av, at dysturin verður fluttur til hósdagin 14. desember kl. 21.00 í Gundadalshøllini.