Badminton: Unglingalandsliðið til Berlin á páskum

19-03-2017 - 08:02 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv – badminton

Unglingalandsliðið til Berlin á páskum

Í døgunum 14. – 16. apríl fer unglingalandsliðið í badminton til kapping í Berlin. Hetta er fyrstu ferð, at Badmintonsambandið sendir leikarar til hesa kappingina. Føroyar verða umboðaðar í aldursbólkunum U13 til U22.

Landsliðsvenjararnir Aritra Nandy og Paulo Pinheiro hava tikið hesar leikararnar út:

U13

Adhya Nandi, HBF

Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF

U15

Ari Nandi, HBF

Rúni Øster, HBF

Lena Maria Joensen, KBF

Miriam í Grótinum, HBF

U17

Mona Rasmusdóttir, ÍF

Sissal Thomsen, HBF

Jónas Djurhuus, HBF

Árant á Mýrini, MBF

Ari Miné Jacobsen, KBF

U19

Gunnva Jacobsen, HBF

Kristina Eriksen, HBF

U22

Rannvá Djurhuus Carlsson, HBF

Magnus Dal-Christiansen, HBF

Sólfríð Hjørleifsdóttir, VÍF

Sum liður í fyrireikingunum til kappingina eru leikararnir á venjingarlegu á Giljanesi hetta vikuskiftið.