Báðar FM-finalurnar beinleiðis á jn.fo í dag

ítróttur27-04-2019 - 12:03 - Jóanis Albert Nielsen
Klokkan 17 seinnapartin í dag tekur VÍF ímóti Kyndli í 2. FM-finaluni hjá kvinnum. Fær VÍF stig so eru tær FM-vinnarar. Vinnur Kyndil hinvegin, so skal ein 3. FM-finala spælast sunnudagin.

Klokkan 20 í kvøld tekur H71 ímóti Neistanum í 5. FM-finaluni hjá monnum. Liðini hava vunni hvør sínar tvær finalur.

Vit hava beinleiðis tekstafrásøgn frá báðum FM-finalunum.