Jann Ingi fekk tvey mál í kvøld
Mynd: Hans Erik Danielsen

B68 vann - avgerðin fellur í vikuskiftinum

ítróttur23-10-2018 - 21:07 - Jóanis Albert Nielsen

Eftir at AB tapti, og 07 Vestur bert fekk javnleik móti EB/Streymi so blivu øll eygu vend eftir dystinum á Svangaskarði í kvøld har B68 tók ímóti B71.

B68 vann 3-0 á B71 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Málini í fyrra hálvleiki fingu Albert Róin Johannesen og Jann Ingi Petersen. Jann Ingi fekk eisini eitt mál í seinna hálvleiki. 

Við sigrinum hevur B68 enn møguleikan at spæla seg í Betri-deildini komandi kappingarár. B68 er nú eitt stig aftanfyri NSÍ og KÍ, og snávar eitt av teimum liðnum fríggjakvøldið samstundis sum B68 vinnur sín dyst, so er B68 í Betri-deildini komandi kappingarár.

Endar B68 ikki í topp trý í 1. deild, so flytir bert tað eina liðið niður úr Betri-deildini. 

Støðan í Betri-deildini er hon, at AB er aftast við 15 stigum, og 07 Vestur er næstaftast við 17 stigum. So sigast má at einki av avgjørt enn. AB skal vinna sín dyst í vikuskiftinum fyri at hava nakran møguleika at halda sær uppi í deildini, men vinnur 07 Vestur sín so sleppir 07 Vestur at spæla Betri fótbólt aftur næsta ár. Men endar tað við at AB vinnur sín dyst samstundis sum 07 Vestur fær javnleik, so skal AB vinna við minst tveimum málum fyri at spæla seg víðari, tí vinnur AB sín dyst bert við einum málið í vikuskiftinum og 07 Vestur fær javnleik, so er 07 Vestur víðari við betri málúrstøku.