B68 hevur framvegis møguleikan at flyta upp

ítróttur26-10-2018 - 20:39 - Jóanis Nielsen

Seinasta umfar í 1. deild var í kvøld. Bæði NSÍ og KÍ taptu sínar dystir, og tað hevur við sær, at enn er einki avgjørt í 1. deild.

B68 var á vitjan í Gøtu hjá Víkingi og varð dysturin avblástur vegna veður, eftir at spælt var eina løtu.

Tann dysturin verður tikin uppaftur í morgin - vinnur B68 so flyta teir upp í Betri-deildina.